Hóskvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2021 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Her á In.fo fara vit í dag at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins ungi spælari. Hjá kvinnum er talan um spælari við U19-aldri, og hjá monnum er talan um U21-aldur.
Tær tilnevndu til ársins ungi spælari hjá kvinnum (U19):
Maria V. Johansen, NSÍ
Rakul Sørensen, Víkingur
Sunniva Willemoes, HB
Teir tilnevndu til ársins ungi spælari hjá monnum (U21):
Andrass Johansen, B36
Geza David Turi, Víkingur
Jacob Trenskow, NSÍ