Tey ungu eru púra ósamd um hvussu Føroyar skulu verjast

Tey ungu í Javnaðarflokkinum og tey ungu í Sambandsflokkinum eru grundleggjandi ósamd um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum í verjumálum

Verjumál er eitt tað fremsta politiska málið í løtuni. Eisini í Føroyum er hetta eitt nógv umrøtt evni. Eisini tey í ungdómsfeløgunum hjá politisku flokkum hava gjørt sær greiðar meiningar um hesi viðurskifti.

 

Tey ungu í Javnaðarflokkinum, SU, gera greitt, at tey taka ikki undir við, at Føroyar skulu samstarva við NATO. NATO er ein leivd av kalda krígnum sum hevur til endamáls at varðveita evropiska harðræði, siga tey í SU.

 

Tey siga, at orðalagið um "at vera partur av vesturheiminum" vísir ein illviljaðan hugburð ímóti øðrum og sipar til eina "vit ímóti tykkum" heimsfatan.

 

Hetta eru tey í Unga Sambandinum grundleggjandi ósamd í. Alvi Jespersen, formaður í Unga Samvandinum sigur, at hetta er ein hugstoytandi og púra óskiljandi útsøgn frá Sosialistisk Ung. Hann vónar ikki er hetta ikki hugburðurin hjá Javnaðarflokkinum, ið situr fyri borðendan í landsins leiðslu í dag. Hann sipar til, at nú er tað Aksel V. Johannesen, sum er løgmaður.

 

– Sjálvandi skulu vit samstarva við Vesturheimin og okkara sameindu, tá tað viðvíkur trygdar- og verjupolitikkinum hjá ríkinum, sigur Unga Sambandi.

 

– Týdningurin av at vera partur av eini verjusamgongu, er av alstórum týdningi í hesum ótryggu tíðum, har frælsissúlurnar í Evropa eru stoyttar av russisku innrásini í Ukraina, leggja tey afturat. Tey halda, at tað er ikki bara eitt val, vit skulu taka, men tað er okkara ábyrgd, sum borgarar í tí fría heiminum.