Tey ungu hjá Miðflokkinum havt aðalfund

Leygardagin 17. mars høvdu Ung fyri Miðflokkin aðalfund á Sjómansheiminum í Klaksvík. Skráin var smb. viðtøkunum. Umleið 20 ung vóru møtt til fund.
Karsten Hansen luttók, og greiddi hann frá sínum politiska lívi og tilgongdini viðv. §266b og teir tankar hann gjørdi sær undir og eftir viðgerðina. Eisini hevði hann eina áheitan til tey ungu um at gera seg galdandi og standa upp fyri teimum etisku virðunum.
Eisini var formansfrágreiðing, har nevndin greiddi frá virkseminum síðan seinasta eykaaðalfund.
Nakrar viðtøkubroytingar vóru lagdar fram, og blivu hesar góðkendar.
Nevndarval var á skránni, og eftir valið, sær nevndin soleiðis út:
Arni Abrahamsen, Skipanes – formaður
Tóri Højgaard, Rituvík – næstformaður
Rut M. í Grund, Syðrugøta – skrivari
Signar á Fríðufløtum, Strendur – kassameistari
Eva Sofía Lilaa, Saltangará – Nevndarlimur
Eykalimir eru:
Maria Højgaard, Toftir
Rani á Borg Eyðunsson, Tórshavn
- Nevndin legði fram ætlanir um framtíðarvirksemið, og tók fundurin undir við teimum. Ætlanin er at felagið skal gerast munandi meira virkið, enn tað hevur verið seinastu árini. Við tað at valár er, vónar felagið at kunna gera ein munagott arbeiðið hetta fram til valið, sigur Arni Abrahamsen, formaður í UfM.