##med2##
Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og in.fo.
Vit spyrja, hvussu hækkingin í pensjónsaldrinum fer at ávirka ungdómin í Føroyum, og um ung, sum eru uttanlands, kanska ikki fara flyta aftur til Føroyar, um pensjónsaldurin hækkar.
Hann sigur, at tey sum eru um 20 ára aldur kunnu vænta sær, at teirra pensjónsaldur verður hægri enn 70 ár. Kanska 75 ár, tí politikarar hava funnið útav, at hægri pensjónsaldur hevur so stóran týdning fyri fíggjarliga haldføri hjá landskassanum.
Hann sigur eisini, at politikararnir meina tað ikki í álvara, at tað er betri við hægri pensjónsaldri. Tí meintu teir tað í álvara, so høvdu teir hækkað sín egna pensjónsaldur eisini. Men tað gera teir ikki.
Trýsið á pílin undir myndini fyri at hoyra