Tey vilja samanhald og trivna

Skúlabørnini á Eiði hava seinastu vikuna saman við lærarum og foreldrum broytt skúlagarðin fullkomuliga. Talan er um lið í ætlan skúlans at skapa trivna á økinum, sigur fyristilærarin

Eiði:Skúlagarðuin á Eiði er gjørdur til fótbóltsvallir, spælipláss og grillstað. Eisini eru kendir teknirøðsfigurar málaðir á veggirnar. Alt úrslit av næmingaarbeiði seinastu vikuna.
Útnyrðingurin liggur tráur um enn ikki so hvassur inn gjøgnum Flógvan. Úti fyri Fløtti liggur ein bátur og andøvir og veit ikki rættiliga, um hann skal halda á Flóríðuna, ella hann bara skal venda og leggja suður aftur eftir Sundalagnum.
Eitt æl stendur hóttandi yvir Kambinum og fer at leggja seg niður yvir Tjørnuvíkina hvørja løtu, og kanska fer eisini ein farri at merkjast her úti á Horni, her eiðisbørn stríðast við at leggja seinastu hond á stórverkið, tey hava verið í holt við seinastu vikuna.
Tey umbyggja og prýða skúlagarðin, so hann verður sum ein annar garður at koma í.
Tey mála undir hálvtakinum uttan fyri fimleikarhøllina. Har eru allir teir kendur teknirøðspersónarnir, umframt kenningar frá bæði Astrid Lindgren og Torbirni Egner.
Pippi stendur við rossinum yvir høvd, og Emil, kúllurin úr Lønnebergi, hevur tikið sína elskaðu húgvu í hondina og kemur stórleypandi at heilsa so blídliga tí fremmanda, sum kemur framvið.
Karius og Baktus mugu síggjast í sjóneyku. Men dólgarnir úr Kardomummubýi eru meira sjónligir.
Men eisini teir meira heimligu sagnarpersónarnir sleppa við. Risin og Kellingin eru sjálvandi eisini við í roðandi sólsetri eitt vakurt summarkvøld.
Vagn Foldbo er fyrstilærari við Eiðis skúla. Hann greiðir frá, at hetta, sum gjørt verður, er liður í ætlan skúlans, sum er at fremja trivna, samanhald og eind í skúlanum.
Trivnaður er altavgerandi fyri innlæringina, sigur hann. Trívast næmingarnir ikki, læra teir heldur einki. Tí er hetta ein góður háttur at fáa teir at kenna seg væl í skúlanum.
At hava brúkt eina viku til hetta arbeiði nú so stutt eftir, at skúlin hevur ligið stillur í tríggjar vikur, heldur hann ikki vera spilta tíð.
?Men setursskúlarnir eru útsettir í summar. Teir verða í heyst í staðin. So ta tíðina hava vit so tikið innaftur, sigur fyrstilærarin á Eiði.
Hann greiðir frá, at umframt at hava málað veggirnar, eru eisini gjørd nøkur torn á skúlaplássinum, sum børnini kunnu brúka at klúgva í. Reiggjur eru gjørdar, tveir fótbóltsvallir og fleiri spøl eru málað niður á sjálvt plássið. Uttan fyri eru settir blómukassar upp, sum børnini hava gjørt í smíðstovuni. Og norðan fyri skúlan er gjørt eitt grillpláss, har næmingarnir - og onnur við - kunnu sita og hugna sær í góðum veðri og hava tað sum í útlondum, sigur fyrstilærarin.
Men øll skulu hava at eta, og hesum hevur so eitt lið av næmingum við vaksnum hjálparfólki syrgt fyri hvønn dag, greiðir fyrstilærarin á Eiði frá.
Vit fara inn aftur at fáa okkum ein kopp av kaffi. Ælið er farið suður um, og tað sama hevur maðurin í bátinum, sum ætlaði sær til útróðrar, gjørt av at gera. Men børnini eru ágrýtin og sansa ikki útnyrðingin, sum ikki skal sleppa at órógva teirra arbeiði.