Thailand: Nú eru fyrstu dreingirnir bjargaðir

Bjargingarlið hava fingið fyrstu dreingirnar úr hellinum í Thailandi

Leygardagin 23. juni fóru 12 fótbóltsdreingir í aldrinum 11 til 16 ár saman við venjaranum inn í eitt helli í Thailandi. Hetta var eftir venjing, meðan tað regnaði. Dreingirnir og venjari teirra komu illa fyri, tá ið vatnstøðan hækkaði, og teir máttu leita longur inn í hellið fyri at bjarga sær. Síðani hava dreingirnir verið fangaði í hellinum.

Í longri tíð hevur verið roynt at bjarga dreingjunum og fáa teir útaftur, og í dag hevur verið veruligt gjøgnumbrot, tí fýra dreingir eru higartil bjargaðir. Tað skrivar DR.

Myndugleikarnir í Thailandi skulu seinni í dag hava tíðindafund um bjargingina, og tá fæst neyvari at vita, hvussu tað hevur gingið við bjargingini í dag. 

Thailendsku myndugleikarnir vænta, at bjargingarætlanin tekur millum tveir og fýra dagar.