Thank God for Botox

- Aldur eigur ikki at verða ein forðan fyri, at tú heldur fram við at framføra á palli. Og tað ber so avgjørt til at arbeiða við útsjóndini. Eg sigi bara: Takk Guð fyri botox, sigur Bonnie Tyler.

Tríati ár í tónleikaheiminum krevja sítt. Og Bonnie Tyler fjalir ikki útyvir, hvørji amboð krevjast til at halda útsjóndina við líka  og unga:<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


- Hóast eg eri 55 ár, er tað eingin trupulleiki at halda útsjóndina við líka. Eg sigi bara: Takk Guð fyri Botox, sigur Bonnie við einum glasi við Diet Coke í hondini. Sjokulátakøkan í flogmatinum er koyrd burtur. Tí ætlanin er at lætna nøkur kilo:<o:p></o:p>


- Eg havi fingið Botox innsprænt í pannuna, kjálkarnar og høkuna, greiður hon frá uttan himpr og kveistrar alt prát um vandan við evninum burtur.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Tað er ein ógvuliga friðsæl kvinna, sum tosar frítt frá livrini umborð á Atlantic Airways leygarkvøldið  sama dag, sum hon skuldi á pallin á MjúS. Bonnie er prátingarsom, fegin og professjonell beint áðrenn mjørkin, vindurin og luftholini órógvaðu hugnan. Í hesi løtu var hon lukkuliga óvitandi um, at viðførið hjá henni stóð eftir í Keypmannahavn, og at omanlop var á Oyrargjógv.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Sjokulátakøkan burturbeind<o:p></o:p>


Flestu kvinnur miðskeiðis í 50unum øvundað óivað útsjóndina hjá valisisku songkvinnuni. <o:p></o:p>


Og sum kvinnur flest kundi Bonnie eisini hugsað sær at lætna nøkur kilo:<o:p></o:p>


- Mær dámar ikki bara mat. Eg elski at eta. Men tað er vorðið ov nógv. Eg skal í øllum førum lætna fimm kilo, sigur Bonnie Tyler. Og hon er heldur ikki bangin fyri at vísa, hvar á kroppinum ummálið skal minka nakrar sentimetrar.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Tey flestu minnast óivað myndirnar av Bonnie Tyler frá 80unum. Við stórum hári og tjúkkum svørtum eyelinara kring eygað  og nakað væl afturat. Hóast retrobylgjan hevur gjørt sína innrás, ætlar Bonnie sær ikki at finna klædnaskápið frá 80unum framaftur:<o:p></o:p>


- Eg ristist, tá eg síggi myndir av mær sjálvari frá teirri tíðini. Tað er ræðuligt. Hvat hugsaði eg fyri mær, sigur Bonnie Tyler við skeivum eygnabrái. Vit royna sum frægast at finna ensk lýsingarorð fram, sum kunnu ugga stjørnuna, men 80ini vóru nú nakað fyri seg. Vit sluppu tó ikki at taka nakra mynd av songkvinnuni í flogfarinum, tí hárið var ikki vaskað síðani dagin fyri, og hon ivaðist í, um hon fór at náa at vaska hárið, áðrenn konsertin byrjaði á Sandi. <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Maðurin góður stuðul<o:p></o:p>


Við sær umborð á RC 457 hendan dagin hevur Bonnie mannin, Robert Sullivan. Og hann er við hvørja ferð, hon spælir. Tað hevur hann verið líka síðani tey giftust fyri 30 árum síðani: <o:p></o:p>


- Tað er ótrúliga gott at hava hann við. Hann er ein dyggur stuðul. Neyvan hevði tað borið til uttan hann. Og vit gerast als ikki troytt av hvørjum øðrum.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Tónleikapallurin skal støðugt hýsa fleiri nøvnum. Eisini nógvar yngri songkvinnur gera seg galdandi. Men tær halda bert í mesta lagi tvey ár, heldur Bonnie Tyler í øllum førum:<o:p></o:p>


- Hetta lívið er sera krevjandi. Men eg havi verið heppin, funnið mína rók og kenni mín leiklut í stressaða tónleikaheiminum. Ein orsøk til góðu gongdina er helst, at eg altíð havi givið mær stundir at práta við áhoyrarar og fjølmiðlar, sigur Bonnie, meðan maðurin er farin at ótolnast eftir sessinum undir liðini á henni og teskar til ein ferðandi: - Lorta journalistar. Teir órógva altíð og skriva allíkavæl bara lygnir. <o:p></o:p>


Og vit byrja at gera okkum eina mynd av, hvønn leiklut maðurin hevur á ferðunum kring heimin, har forvitnir fjepparar og fjølmiðlar standa í bíðirøð.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Bonnie og maðurin búgva í Wales umleið helvtina av árinum. Hina helvtina av árinum búgva tey bæði í Algarve í Portugal. Bonnie er á ferð ein stóran part av árinum. Hon er heldur ikki bangin fyri at siga, at ferðingina vildi hon fegin verið fyriuttan: <o:p></o:p>


- Fríggjakvøldið spældi eg á Hard Rock Café í London, leygardagin í Føroyum, týsdagin slappi eg av í Portugal og hósdagin spæli eg eina stóra konsert í Fraklandi. <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


»Come on«<o:p></o:p>


At hon og maðurin eingi børn eiga er óivað ein av orsøkunum til, at tað hevur borið so væl til hjá Bonnie at ferðast víða um seinastu nógvu árini. Og hon vil ikki hoyra talan um, at kvinnur skulu gevast tíðliga við teirra yrkisleið innan tónleik. <o:p></o:p>


- Eg havi latið mær fortalt, at føroyskar kvinnur halda seg aftur á tónleikapallinum, tá árini eru vorðin meira enn 25. Men tað skilji eg ikki. Hyggið eftir mær; eg eri eitt livandi dømi uppá, at tað ber til, sigur Bonnie.<o:p></o:p>


Og hon hevur hesi ógvuliga greiðu boðini at bera føroysku songkvinnunum:<o:p></o:p>


- Her er einki at ræðast. Takið tykkum saman og syngið, sigur Bonnie Tyler, áðrenn hon spennir trygdarbeltið.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Elski at syngja<o:p></o:p>


Bonnie hevur sungið í samfull 30 ár, og hetta hevur eisini kastað eitt sindur av peningi av sær. Maðurin er margmillióningur og hevur eisini sítt egna virki við síðuna av tónleikavirkseminum hjá konuni, so tey líða avgjørt onga neyð. Men tað er tó kærleikin til tónleikin, sum drívur verkið hjá Bonnie.<o:p></o:p>


- Eg elski at syngja og at framføra. Eg kenni meg sera væl á festivalum kring heimin, og eg ætli mær at halda fram, so leingi røddin heldur, sigur Bonnie Tyler, og vit skulu ikki vænta, at tað verður fyrsta dagin. <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Bonnie er upptikin við konsertum restina av hesum árinum, og tað er strævið lív, heldur hon. Í januar ætlar hon tískil at halda ein steðg:<o:p></o:p>


- Nógva ferðingina hevur eisini sett síni spor, vísir Bonnie á.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hesi orðini sita rimmarføst í tonkunum, tá flogfarið byrjar at flúgva inn móti flogvøllinum í Vágum, og tað leikar óført millum ferðafólkini, tá ringa veðrið setir sín dám á. Vit hoyra nakrar heilt aðrar tónar frá Bonnie, sum gjørdist rættiliga bangin á sínum fyrsta túri til Føroya, tá flogfarið fór niður gjøgnum tjúkka mjørkan. Tá vistu hon heldur einki um, hvat bíðaði henni við viðførismóttøkuna og á Oyrargjógv.
<o:p></o:p>


--
FAKTA<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Bonnie Tyler varð borin í heim í Skewen í Wales 8. juni 1951. Hon varð doypt Gaynor Hopkins, men tá tónleikalívið tók dik á seg, valdi hon at rópa seg Bonnie Tyler.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Bonnie tók síni fyrstu fet á tónleikapallinum sum seytjan ára gomul í einari sangkapping. Tónleikurin gjørdist til eina yrkisleið, og sum 25 ára gomul byrjaði Bonnie av álvara at gera vart við seg. Its a Heartache kom út í 1977, og hetta varð hennara fyrsta hitt. <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Bonnie gjørdi mest vart við seg frá 1977 og til miðskeiðis í 80unum við sangum sum Total Eclipse of the Heart og Holding out for a Hero. Síðan tá hevur hon framført javnan kring heimin  bæði á størri og smærri pallum. Somuleiðis hevur Bonnie givið fleiri fløgur út. Feskasta útspælið hjá henni er ein DVD fløga frá einari konsert. Hetta er fyrstu ferð, Bonnie Tyler hevur verið í Føroyum. <o:p></o:p>



--

BOTOX
Botox er vunnið úr bakteriunum Clostridium botulinum og er í óviðgjørdum formi eitt sera eitrandi evni. Hóast hetta verður botox nýtt í sera smáum nøgdum til vøddaviðgerð og til andlitsviðgerð fyri at halda rukkunum burtur.