The Black Dahlia Óhugnaligur film-noir filmur

Í 1947 varð líkið av 22 ára gomlu Elisabeth Ann Short funn­ið á einum parkerings­plássi nær við Hollywood. Líkið var illa farið. Tað var deilt í tvey. Black Dahlia er filmatiseringin av fyrra part­i­num av James Ellroy skald­søg­uni »L. A. kvartet«, ið varð givin út í 1987. Onnur heiti eru »The Big Nowhere« frá 1988 og »L. A. Confidential« frá 1990 og »White Jazz« frá 1992.
Navnið »The Black Dahlia« er navnið, ið hin dripna Eli­z­a­beth Short, fekk, tí hon al­tíð gekk í svørtum klæðum. Navn­ið vísir eisini til filmin The Blue Dahlia (1946) við Veronica Lake og Alan Ladd.

Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com

James Ellroy
Mamma høvundan James Ell­roys varð myrd í 1958, og mordarin varð ongantíð funn­in. Ellroy hevur í bókini »My Dark Places« (1996) skrivað um, hvussu trásettur hann er av at finna mordaran hjá mammu síni.
Av hesum hev­ur tað mangan verið frammi, at Ellroy skrivar út frá egn­ari sorg, tá hann skrivar um, hvussu trásettir hesir løg­regl­u­menn­i­nir eru av at finna mordaran hjá »Betty« aka Elizabeth Short ella The Black Dalia.
Black Dalia er ein flottur og effektivur ræðu- og spenn­ings­film­ur. Um hesa Elisabeth, ið seinni varð kallað Betty og The Black Dahlia.
Hetta er eitt av teim tíggju­tús­und morðunum, ið ikki eru upp­klárað enn í Los Angeles økinum.

Ein krimimyta
Hendan søgan um The Black Dal­ia gjørdist tí ein myta, og blaðfólk kring heimin hava øll gitt, hvat hendi við hesi ungu konuni. Nógv hava roynt at rekonstruerað søg­una um hetta morðið, um vøkru Elisabeth, sum alt sítt lív ynksti at gerast sjónleikarinna og kend, men hon livdi eitt myst­iskt lív, fult av loyndarmálum, men púra uttan glamour.
Ein modernað myta
Tað løgna við deyða hennara var, at hon við at doyggja varð kend. Hetta serliga tí hon gjørd­ist høvuðspersónurin í skald­søguni hjá James Ellroy »The Black Dahlia« (1987), ið setir saman morðgátuna spor fyri spor, men endar við at vísa eina mynd av melankolsku Short, ið altíð vigaði tungt móti tilverunnar myrku síðu, við drøggmsnýtslu, alkoholi og skøkj­u­levnaði.

Brian DePalma
Í hesum dapra, melankolska og myrka filminum »The Black Dahlia« er tað hin kendi main­stream leikstjórin Bri­an DePalma, sum vit kenna frá Dressed to Kill (1980), Scarface (1983), The Un­touch­a­bles (1987), Mission Im­pos­s­i­ble (1996) og seinast Mission to Mars (2000). Hann hevur nú við The Black Dehlia gjørt ein ekt­aðan »film-noir« film. Her er alt sum hoyrir til genruna, rot­in­skapur, hóttandi stórbýir, mut­ur millum løgreglufólk

Góðir leikarar
Í filminum verða teir báðir løg­regl­u­menn­inir Lee Blanchard (Aar­on Eckhart – Any Given Sunday (1999), Erin Brokovich (2000), Paycheck (2003), Thank You For Smoking (2005) og Bucky Bleichert (Josh Hartnett – The Faculty (1998), The Virg­in Suicides (1999), Pearl Harbor (2001), Black Hawk Down (2001), Sin City (2005), Lucky Number Slevin (2006) sett­ir at finna fram til hvør hev­ur myrt hesa Betty. Hendan mel­an­kolska, gátufulla unga sjón­leikarinnan, eisini kallað Short (Mia Kirshner).
Hesin Blanchard hevur eitt in­tenst forhold til Kay (leikt av kendu Scarlett Johansson – Ghost World (2001), Lost In Translation (2003), Match Point (2005), The Island (2005), A Love Song For Bobby Long (2005), Scoop (2006), men und­ir arbeiðinum at finna fram til, hvør drap Betty, fer hann und­ir at fríggja við tí gátufullu Mad­e­l­eine Linscott (Hilary Swank – Beverly Hills 90210 (1997 – 1998), The Gift (2000), In­so­mnia (2002), The Core (2003), Mill­ion Dollar Baby (2004)), hon er dóttir av einum av teim rík­astu familjunum í býnum.
Black Dalia er ein flottur og effektivur ræðu- og spenn­ings­film­ur, um eitt av teim tíggj­u­tús­und morðunum, ið ikki eru upp­klárað enn í Los Angeles øk­i­num. Ein ektaður film-noir, ið situr leingi eftir í sálini.
4 stjørnur av 6.


Fakta um The Black Dahlia
Leikandi:
JOSH HARNETT
AARON ECKHART
SCARLET JOHANSSON
HILARY SWANK
MIA KIRSHNER

121 MIN. Frumframførdur 17. november í Havnar Bio. Aldursmark 15 ár.