Í seks mánaðir hava samráðingar verið ímillum The Dreams og eitt av størstu fløgufeløgunum í Fraklandi, og loksins eydnaðist tað føroyingunum, at fáa sáttmálan undirskrivaðan Teir hava veruliga gjørt seg merktar í Danmark, og eru nú at kalla størsta rokknavnið í Danmark. Við túsundtals fjepparum hava teir framført heilar 60 ferðir í Danmark í ár, og hetta er uttan iva nakað, ið bert ber til fyri tey heilt størstu innan tónleikavinnuna.
Men sambært umboðsmanninum hjá The Dreams, ChiefOne, var Danmark bert fyrsta stigið á leiðini.
-Tað hevur alla tíðina verið ætlanin, at The Dreams skuldi gerast kendir á øðrum pallum enn Danmark, og fyri okkum hevur Danmark mest sum verið ein venjingarpallur, sigur hann.
Fløgufelagið í Fraklandi eitur Fenetary, og er eitt dóttirfelag hjá gigantinum innan vinnuna, Sony Music.
Við nýggja sáttmálanum verður fyrsta stigið á leiðini ein stóra framførsla í París í summar.
Púra ovfarnir føroyingar
Dreingirnir í The Dreams vóru púra ovfarnir tá teir fingu boðini.
-Eg skilti als ikki hvat var hent, tá ið umboðsmaðurin hjá okkum greiddi okkum frá, at tað umsíður var eydnast okkum at fáa sáttmálan. Hetta er ótrúliga stórt fyri okkum, og púra óveruligt, sigur Hans Edward
Altjóða pallur stendur opin
Hóast einki enn kann avdúkast, so staðfestir ChiefOne, at samráðingar eru við fløgufeløg í øðrum londum, og væntandi verða The Dreams at síggja í fleiri av heimsins londum innan árslok.
-Eg kann einki ítøkiligt siga enn, men eg lovi føroyingum øllum, at The Dreams fara at umboða Føroyar kring allan heim, sigur ChiefOne.