Væntandi, at 95 % av lurtarafjøldini vóru kvinnur, var eg ein teirra, ið hevði játtað at fara við unnustuni á konsert við Robbie Williams í Parkini í Keypmannahavn.
Heilt ærligt! Ein unglingi, sum byrjaði í einum dreingjabólki!
Men soleiðis hongur verðin ikki saman. Robbie Williams hevur ment seg til ein av fremstu sangarunum í heiminum í júst hesum árunum og væntandi eigur hann enn nøkur góð ár, innan hann møguleiga endar í vandabólkinum, har leti, fiti gera um seg, so yrkisleiðin fær undanbrekku.
Og hóast kvinnurnar taldust í størri tali enn menninir í Parkini hetta kvøld, so var greitt, at Robbie eisini hevur mannligar fjepparar. Og tað er skiljandi, tí hann hevur megnað at flyta seg frá tíðini í Take That, sum hekk í plakatformi á hvørjum gentuloftskamari í Føroyum og aðrastaðni við, og fram til í dag at vera eitt veruligt mannfólk, soleiðis sum heimurin helst sær ímyndina. Í hvussu er, um talan skal vera um ein harra, ein gentleman, ið dugir at snúgva sær og at sjarmera - og so dugir hann jú eisini at syngja!
Jønke
Umleið 46.000 fólk høvdu leitað sær í Parkina í danska góðveðrinum. Og fleri vóru tey, kvinnur og menn, sum uttanfyri Parkina royndu at ogna sær atgongumerki, tí tey eftir øllum at døma høvdu verið ov sein á sjóvarfallinum. Og tá er bert eitt at gera; at fáa sær skilti um hálsin, har tú gert vart við støðuna, at hava nógvan pening tøkan, og so vóna, at onkur eigur eitt atgongumerki í lummanum, sum ongin brúkari er til.
At fara á konsert er nakað heilt serstakt. Og ikki minst í Parkini. Talan er um sera nógv fólk á einum stað. Og ein frálíkur summardagur í Keypmannahavn í nærum 30 hitastigum er jú ikki at blaka burtur - konsert ella ikki. Innan konsertina er at møta í hampuligari tíð, so ein hevur stundir at køla seg av við køldum drykki, hvørt tað so er øl frá køldu øltangunum í sølutjøldunum ella annað.
Jú, tað er nakað heilt serstakt at uppliva konsert og so við einum av teimum heilt stóru júst nú, og ikki - sum so ofta - við onkrum, ið hevur sæð síni bestu ár.
Meðan vit í okkara "ferðalag" soleiðis høvdu funnið okkum tilrættis mitt á vøllinum í Parkini, og sótu og hugnaðu okkum við práti, meðan bíðað varð eftir konsertbyrjanini, fjaraði í gløsunum. Leiðin mátti aftur haldast yvir í sølutjøldini. Meðan vit soleiðis standa í bíðirøð varnast vit, at við síðuna av okkum stendur ongin annar enn Jønke. Kendi danski rockarin, sum á sinni skeyt Makrelin.
Og enn einaferð vóru allar hugsanir um, at Robbie bert hálaði kvinnuliga áhoyrarafjøld í Parkina burtur.
Er Jønke veruliga Robbie fjeppari?
Her stóð hesin hampuligi og vælklæddi maðurin púra friðarligur og prátaði, meðan vit eygleiddu, men við stórsta varsemi, tí ein vil jú ikki verða skuldsettur fyri at gløða - í hvussu er ikki av Jønka.
Hóast hann í dag er líka kendur sum fyrilestrahaldari og barnabókahøvundur, so er tað tó sum rockarin og drápsmaðurin, at hann hevur skrivað seg í søguna og í vitskuna hjá dønum og føroyingum við.
Ja, her stóð ein og hugsaði, um ein ikki skjótt mundi hitta onkran føroying, men so varð tað hesin fýrurin, ið ein kom at standa í bíðirøð við. Eg meini tað!
Basement
Tað var Basement jaxx, ið hitaði upp. Feitir disco- og funktónar og feitar, littar sangkvinnur, ið veruliga dugdu sítt kramm. Og tað gjørdu tónleikararnir eisini. Men eftir eini 3 ella 4 løg var tað tó, sum at ein hevði hoyrt hetta, og at nú var nóg mikið, tí alt líktist eini endurtøku.
Og so stakk hugsanin seg upp; man tað vera so, at stóru nøvnini í veruleikanum finna sær ein upphitingarbólk, sum er heilt ok, men sum tó ikki megnar at taka myndina heilt. Og at hetta verður gjørt við vilja?
Basement Jaxx riggaði væl, men ov einstáttað, tá talan varð um fleiri løg.
So kom stundin til handa
So kom løtan, har Robbie kom á pall. Sjálvur hevði eg væntað, at nú gjørdist ljóðið við eitt nakað heilt annað, tí tað havi eg upplivað áður í Parkini. Til upphitaran heldur vánaligt ljóð, tá ein hugsar um ta útgerð, ið teir óivað hava tøka, men tá høvuðsnavnið kemur, so sigur tað "klikk" og ljóðið er nærum sum á fløgu. Soleiðis var til dømis til konsertina hjá Tinu Turner í Parkini fyri nøkrum árum síðani.
Men hetta hendi ikki hjá Robbie, tíverri. Ljóðið var ikki vánaligt, als ikki, men gott var tað heldur ikki og gjørdist tað ongantíð.
Men Robbie dugdi. Hann hevði frá fyrstu stund samband við okkum 46.000, ið komin vóru í Parkina. Og hann var eisini komin, hóast sjúku og takkaði læknanum, ið hevði givið honum stóra sproytu í endan, so hann kom fyri seg.
Og allan vegin millum løgini undirhelt entertainarin Williams.
Og tað var sanniliga eitt tyssi av hittum, ið rungaðu í donsku summarluftini; Millennium, Back for good, og Feel, fyri at nevna nøkur. Og eisini hevði hann ein viðsangara á palli og saman nærkaðust teirr swingtónleikinum eina løtu, nakað, íð eg hevði vónað, og tað riggaði.
Og tó at tað ikki var heilt frítt, at Robbie var heilt greiður yvir, at har stóðu eini 70% av fólkinum í eginleika av forelskaðum konifólki, so var hann góður á palli. Men sjálvandi spældi hann uppá hetta, sum t.d. tá hann "uppdagaði" eitt hol í buksunum framman har lørini hittast. Og meðan hann gjørdi vart við tað, greiddi hann frá, at tvinnir vóru kostirnir, antin at halda fram ella at fara av pallinum at finna einar nýggjar buksur....
Og sjálvandi rópti fjøldin, at hann skuldi ongan veg fara, men syngja og undirhalda í júst hesum buksunum.
Williams og Schmeichel
Og hóast góða konsert við eisini rúgvu av hittum og góðari framførslu, so gjørdust fólk bilsin, tá Robbie kunngjørdi, at ein gestur nú kom á pall; He is a great dane. He is a fucking legend...
Og mín sann. Á pallin í Parkini kom ongin annar enn Peter Schmeichel og ein hugsaði, at hvat kundi fótbóltsglaði Robbie nýta hann til í hesum høpinum?. Skuldi hann eisini sparka áskrivaðar fótbóltar út í mannamúgvuna, eins og Robbie hevði gjørt fyrr í konsertskránni?.
Men so var als ikki, tí Schmeichel sessaðist við tangentarnar og eyðkendu tónarnir í lagnum Feel hoyrdust!!!
Jú mín sann. Ein kann ikki annað enn undrast, hóast lítli djevulin aftast í tilvitskuni alla tíðina gjørdi vart við, at helst sat onkur annar aftanfyri leiktjaldið og spældi fyri hann og í minsta lagi var helst onkur annar leikari, ið stóð til reiðar, um hetta nú fór heilt av kós.
Men Tað var eftir øllum at døma Schmeichel, ið spældi, og hví skuldi hann ikki tað? Og hann kom væl frá tí.
Let me entertain you
Nú var tyssið við hittum hentað og fólkið kravdi eykaløg, eftir at Robbie hevði takkað fyri seg og takkað pápa sínum, sum taldist millum lurtararnar hetta kvøld.
Let me entertain you, Angels og Kids ljómaðu og Robbie fann ein lítlan drong í fremstu røð, og mammu hansara, og beyð teimum upp á pallin at vera, meðan hann avgreiddi síðstu løgini. Og fegin og kensluborin tóktust tey at njóta hvørt sekund.
Robbie hevði sagt; Let me entertain you, og tað gjørdi hann, so tað stóð eftir í.
Fin konsert við Robbie, ið bara tykist vinna meira og meira, tá umræður unga popparan úr Take That, ið nú er ein rættur gentlemaður, ið ferð eftir ferð prógvar, at hann dugur síni ting. Hann er ikki bara ein sangari, hann er entertainari, og tað er sum kunnugt eitt lítið sindur meira, enn tey flestu við góðari samvitsku kunnu skriva á sítt kort.
Robbie Williams í stuttum
Fødder í Bretlandi tann 13. Februar 1974.
Byrjaði sololeiðina í 1996.
Áðrenn tað limur í drongjabólkinum Take That. Ein av fimm limum í bólkinum. Sagt verður, at Robbie hóskaði ongantíð í heildini í bólkinum, m.a. tí hann rætt og slætt var harðari enn hinir.
Tað kom tí ikki óvart á , tá hann í 1996 fór úr bólkinum fyri at royna seg á egnum beinum.
Hóast heldur tunga byrjan, so byrjaði at gangast betri í 1997, tá hansra fyrsta veruliga fløga kom út. Av fløguni er m. o. lagið Angels kent.
Í 1998 gongst betri og betri og í somu takt flytir Williams seg mótvegis klassiska bretska gentleman útsjóndini - a la James Bond, og statur vil tá eisini verða við, at hann er upp á tal sum ein komandi James Bond leikari.
Seinni syngur Robbie eisini jazz og swing og m.a. synger hann løg hjá Sinatra.
Í dag hevur hann staðfest seg millum teir fremstu á heimspallinum, bæði sum sangsari og entertainari.
Fløgur: (solo)
Life Thru A Lens (Chrysalis - 1997)
I've Been Expecting You (Chrysalis - 1998)
Sing When You're Winning (Chrysalis - 2000)
Swing When You're Winning (Chrysalis - 2001)
Escapology (RW / Chrysalis - 2003)
Live Summer 2003 (Live) (Chrysalis - 2003)
Greatest Hits (samling) (Chrysalis - 2004)
Intensive Care (EMI - 2005)