Kæri/kæra Bjarni Djurholm, Alfred Olsen, Kári P. Hjøgaard, Heini O. Heinesen, Andrias Petersen, Bill Justinussen, Jógvan á Lakjuni, Helgi Abrahamsen, Kári Petersen, Heðin Zachariassen, Annita á Fríðriksmørk, Eyðgunn Samuelsen, John Johannesen, Rodmundur Nielsen, Karsten Hansen, Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg, Bjørn Kalsø, Poul Michelsen, Mikkjal Sørensen, Tórbjørn Jacobsen, Jaspur Vang, Jákup Mikkelsen, Gerhard Lognberg, Vinjard Johansen og Marjus Dam.
Las tykkara lesarabræv og áheitan til Kringvarp Føroya í Sosialinum í gjár - 30. januar 2009. Helt faktiskt hin dagin, at toppurin var náddur, tá tit brúktu tíð á tingsins røðarapalli til hetta sama mál, sum lesarabrævið snýr seg um, men nei....
Eg má viðganga, at eg bleiv virkuliga ørg inn á tykkum. Eg kann ikki siga alt her, sum eg hugsaði, men tað vóru ikki penir tankar. Slett einki penir. Slapp mær av við eitt sindur av aggressiónunum á mínum Facebookprofili, har eg skjótt fekk fleiri svar, sum sannførdi meg um, at eg eri ikki einsamøll. Ein av mínum donsku vinum á Facebook spurdi meg, hvat tað var eg skrivaði um. Flóvusligt at greiða frá.
Hvør skal stýra Kringvarpinum?
Hvussu ber tað til, at tit meta tað verða týdningarmikið at brúka dýrabara tíð á tingsins røðarapalli, til at tosa um morgunlesturin? Tað er tað, sum eg als ikki skilji. Skilji heldur ikki, at tit skriva lesarabræv til Kringvarp Føroya. Hvussu ber tað til, at tit halda, at tit duga betur at prioritera, hvat skal á skránna hjá Kringvarpinum, enn fólk sum hava hetta til arbeiðis? Skulu politikarar ikki stýra landinum, heldur enn Kringvarpinum? Tað helt eg, men tað er sjálvsagt bara mín privata hugsan.
Í Kringvarpinum eru bæði stýrið, stjóri, programleiðari, programfólk og onnur starvsfólk. Hesi fáa ivaleyst mangar viðmerkingar um morgunlesturin, og tackla hetta, sum tey halda verða best. Við tykkara lesarabrævi, stuðla tit hugsjónini, at broytingar mugu ikki henda. Tað kundi jú hugsast, at nýggja programmið er betur og meiri undirhaldandi?
Hvussu prioritera tit?
Tað ringasta við øllum hesum er tó, at vit hava stórar trupulleikar her í landinum. Stórar trupulleikar. Eg kann koma í tankar um eina ørgrynnu av málum, sum áttu at havt størri prioritet hjá tykkum, enn endursendingin av morgunlestrinum. Hava tit veruliga so fá mál á skránni, at tað er pláss fyri einum slíkum máli? Ella er hetta ein væleydnað roynd at flyta fokus frá tykkara "prioriteringum" á fíggjarlógini?
Nú siga tit kanska, at ..."...Jamen, vit mugu hava loyvi at tosa og skriva um tað, sum upptekur okkum..." og at "...hetta er eitt álvarsligt mál, serliga hjá okkara gomlu ..." osfr. osfr. Ja, tað eri eg púra samd við tykkum í. Tað eigur í prinsippinum ikki at vera nakað minstamark fyri, hvat ein politikari brúkar sína tíð til. Men tá man er vitni til slíkar prioriteringar, so fer man næstan at taka undir við Bill, at man eigur at skerja talifrælsið í Føroyum, eg sigi ikki hjá hvørjum.
The Faroese way
Hetta er hinvegin kanska eitt gott evni at tosa við tykkara starvsfelagar uttanlands um. Eitt nú tá tit fundast um, hvussu tey ymisku londini tackla búskaparkreppuna. Tá hava tit veruliga eitt gott boð. Endursendingina av morgunlestrinum aftur á skránna, skera niður á útbúgvingar- og fólkaskúlaøkinum, droppa tilhaldini hjá teimum gomlu, tunnil til ein løgtingslim, vegstubba til onkran annan, ikki lurta eftir serfrøðingum og so annars skera niður á t.d. stovnsøkinum, sum tænir familjum og børnum, sum hava serligan tørv. The Faroese way.
Eg vil ikki hava svar upp á hetta. Tit skulu ikki brúka meiri tíð uppá morgunlesturin.
Ps. Eg havi lagt til merkis, at ikki allir løgtingslimir hava undirskrivað. Vón er fyri framman.