Henrik Old boðaði á fyrsta uppstillingarfundi hjá Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag frá, at hann nú takkar fyri seg í politikki. Henrik Old varð fyrstuferð valdur á ting í 1984 Henrik Old takkar nú fyri seg í politikki. Í november eru 23 ár síðani Henrik Old fyrstu ferð varð uppstillaður á listanum hjá Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag og varð hann valdur løgtingsmaður. Hann hevur sitið sum løgtingsmaður hesi árini síðani 1984. Hann hoyrir sostatt til millum løgtingsmenninar við drúgvastu royndunum.
Á fyrsta uppstillingarfundi felagsins í gjárkvøldið boðaði Henrik Old frá, at hann metti tíðina vera komna, at onkur annar slapp framat.
Á fyrsta uppstillingarfundinum kom lítið ítøkiligt fram um, hvør verður á listanum, tá val verður útskrivað, men Mikkjal Sørensen varð nevndur. Hann hevur verið uppstillaður áður og hevur í fleiri umførum havt sæti á tingi.