The Telegraph rósar Páli

Rod Gilmour tekur á heimasíðuni hjá bretska The Telegraph saman um svimjiárið 2010. Hann heldur, at Pál Joensen vann flottasta silvurheiðursmerki í fjør

“Runner-up of the year” er heiðurin, sum Rod Gilmour gevur vágbinginum.

Hann skrivar, at Føroyar vinna sjáldan í altjóða kappingum, og ítróttarárið 2010 var lítið øðrvísi.

Men silvurheiðursmerkið, sum Pál Joensen svam til Føroya, undir EM var eitt ótrúligt avrik, heldur Gilmour.

- But one Faroe came agonisingly close to pulling off one of the sport’s great shocks in the 1500m at the Europeans, skrivar hann og vísir á, at Pál Joensen venur dagliga í einum 25 metra svimjihyli.