Thetis fingið altjóða góðkenning

Kanningarstovan, Thetis, sum hevur eitt lítið ár á baki, hevur fingið altjóða góðkenning sum heilsufrøðilig kanningarstova. Talan er um stórt framstig eftir stuttari tíð

Kanningarstovan Thetis hevur nú fingið altjóða góðkenning sum heilsufrøðilig kanningarstova, eftir at Thetis byrjaði sítt virksemi í Føroyum 1. januar í ár.

 

DANAK, sum veitir slíkar góðkenningar í Danmark, hevur góðkent privatu føroysku kanningarstovuna við einari sonevndari ISO 17025 akkreditering, ið javnsetir Thetis við aðrar altjóða góðkendar kanningarstovur. ISO 17025 akkrediteringin er ein altjóða váttan um, at Thetis líkur øll altjóða krøv til kanningarhættir og kundaviðurskifti. Tað merkir, at Thetis kann gera allar heilsufrøðiligar kanningar bæði til føroyska heimamarknaðin og til marknaðir uttanlands undir altjóða góðkendum umstøðum.

 

Thetis er fyrsta privata kanningarstovan her á landi, og hon veitir m.a.  matvøruvirkjum, alivirkjum, kommunum o.ø. fyritøkum heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkanningar. 

 

Marita Debess Magnussen, sum er útbúgvin laborantur og mikrobiologur og granskari í antibiotika-mótstøðuførum bakterium, er stjóri í Thetis. Hon fegnast um altjóða góðkenningina.

 

– Fyri okkum er talan um eitt stórt framstig eftir stuttari tíð. ISO 17025 akkrediteringin gevur okkum munandi størri rásarúm, tí nú kunnu vit virka á altjóða støði, sigur Marita Debess Magnussen. 

 

Hon vísir á, at fremsta málið hjá Thetis er; at góðska og skjótleiki eru í hásæti, so kundin í minst møguligan mun kemur í bíðistøður, sum ávirka framleiðsluna og dagliga virksemið.