"THIS IS MY LIFE" í Salt á Drelnesi

Leygarkvøldið hin 16. september verður Salt á Drelnesi karmur um eitt stórfingið konsert-og dansikvøld.

 

Á tiltakinum fara nakrir av okkara fremstu sangarum saman við einum toppklassa húsaokestri at spæla løg hjá Kim Larsen. 

 

Teir, sum fara at syngja, eru Ingi Poulsen, Eyðun Nolsøe, Fríði Sigmundsson og Ólavur av Váli. 

 

Teir, sum fara at manna húsaorkestrið, eru Høgni Fagraberg, gittar, John Johansen, bass, Magni Husgaard, tangentar og Henning Hjalt Nicodemussen, trummur.

 

Eisini verður DJ Cool (Martin Kjærbo) við.   

 

Hetta verður eitt gott høvið hjá suðuroyingum at hittast til hugna og góðan tónleik.

 

- Hetta verður eisini eitt upplagt høvi hjá fólki norðanfjørðs at koma suður ein túr at uppliva bæði tiltakið í Salt og annars alt, sum Suðuroyggin hevur at bjóða, siga fyrireikararnir.

 

Atgongumerki til konsert-og dansikvøldið í Salt leygarkvøldið hin 16. september fáast á www.atgongumerki.fo