Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted spældu í dag seinasta dystin undan vetrarsteðginum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Thisted tapti á heimavølli 1-3 fyri Roskilde. Í steðginum var Roskilde á odda 2-0, og var Daniel skiftur út undan byrjanini av seinna hálvleiki.
Asger Bust fekk spenning í uppgerðina aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá hann minkaði um munin til 1-2. Men móti dystarenda økti Roskilde til 3-1.
Tað hevur gingið illa hjá Thisted seinastu fimm dystirnar. Í hesum fimm dystunum hevur Thisted bert fingið eitt stig.
AB uttan Hørð H. Askham, ið er í Albania saman við føroyska landsliðnum megnaði at vinna 3-2 (2-1) á FA 2000 á heimavølli.
Kappingin í triðbestu donsku deildini verður tikin upp aftur 9. mars.
Tó skulu Hørður og liðfelagarnir í AB spæla fjórðingsfinalur í steypakappingini móti FC Nordsjællandi 6. og 9. desember. Ein sera spennandi uppgáva hjá Hørði og liðfeløgunum.
AB er at finna millum seks tey ovastu liðini, meðan Thisted er sjey stig frá sætta plássinum, ið gevur rætt til at kappast í ovara endaspælinum aftaná lokið grundspæl.
Støðan (soccerstand.com):
##med2##