Í illverðrinum í september mánaða misti seismikskipið Geo Arctic kaðalútgerð fyri fleiri milliónir krónur. Seinni varð útgerðin tó funnin aftur og bjargað.
Sosialurin skrivaði um hetta. Men tað, sum blaðið ikki visti tá, var, at tað var føroyska skipið Thor úr Hósvík, sum bjargaði útgerðini.
Partafelagið Thor í Hósvík, sum eigur millum annað Thor, hevði avtalu um vaktarhald hjá seismikskipinum Geo Arctic.
Til at røkja hesa uppgávuna varð North Star úr Klaksvík leigað. Men av tí, at North Star fekk eitthvørt brek, sum skuldi umvælast, varð Thor, sum annars fiskar svartkalva, tikin úr fiskiskapi og virkaði sum vaktarskip nakrar dagar.
Og tað var júst í hesum tíðarskeiðnum, at kaðalútgerðin varð afturfunnin og dreggjað uppaftur.
Fyri hetta arbeiðið hevur manningin á Thor fingið heilsu frá felagnum, sum eigur seismikskipið, sum misti hesa dýru útgerðina.
Annars hevur Partafelagið Thor seinni keypt tann í Føroyum so kenda Lars A Kruse, sum seinastu tíðina hevur røkt vaktarhaldið, sum orsakað av hesum óhappinum við kaðalútgerðini gjørdist eitt sindur drúgvari, enn ætlað.
Hetta arbeiðið er nú liðugt, og Lars A Kruse liggur í løtuni, meðan roynt verður at finna annað arbeiði til hansara.