Thora Pállson: Fyrsta lærarinna á Tvøroyri

Minst tríggir lærarar av Tvøroyri liggja grivnir í gamla kirkjugarði i Havn. Hans Madsen Nielsen var dani, sum rýmdi undan krígnum millum Danmark og Týskland í 1864. Ein annar var Jacob Jacobsen, sum vit fara at umrøða seinni. Hesa ferð greiða vit frá Thoru Pállson

Daniel Johannes Larsen úr Porkeri gjørdist í 1889 eina­lærari á Tvøroyri. Skjótt varð farið at hugsa um at fáa ein lærara afturat, tí barna­talið var støðugt vaks­andi. Í 1845 vóru 16 íbúgvar og tvey húski, í 1855 vóru 43 íbúgvar og seks húski, í 1870 vóru 104 íbúgvar, í 1890 vóru 258 og í 1901 vóru tey 567, sum búðu í bygdini.

Tað var heldur sjáldsamt í Føroyum við fast tilsettum kvinnuligum lærarum tá í tíðini. Men Tvøroyar fólk hildu seg framat og fingu sær Thoru Pálsson úr Havn, samstundis sum Rasmina Mortensen kom til Øra­víkar-Fámjins. Tær báðar høvdu tikið prógv saman.

Thora var allar dagar kall­að lærarinnan, tí hon var einsamøll lærarinna á Tvør­oyri tey 33 árini, hon hevði starv í bygdini, til hon í 1926 fór frá við eftirløn.

Thora Pállson var fødd á Marknoyri í Vági í 1862. Faðirin var nólsoyingurin Vensil Pállson og móðurin var Hansine Poulina f. Greg­ersen úr Havn. Læraraprógv fekk hon í Havn í 1893.

Bert kvinnur tóku læraraprógv

Hetta er einastu árið yvir­høvur, at bert kvinnur hava tikið læraraprógv.

Bert tvær ferðir fyrr høvdu kvinnur fingið út­­búgving á lærarakúlanum í Havn. Tað var í 1887, tá ið fimm av seks próvtakarum vóru kvinnur og í 1890, tá ið fýra av sjey vóru kvinnur.

 

Í 1893 fingu hesar prógv umframt Thora:

Anna Trondine Joensen, dóttir Ludda í Dali. Hon giftist við Joen Paula Joensen, prentsmiðjustjóra. Tey fluttu til Noregs.

Marie Magdalene Joen­sen. Hon giftist við Jo­­hannes Joensen av Selatrað. Hon kom í søguna sum tann einasti lærari í Føroyum, sum var uppsøgd sum lær­ari, tí hon kom uppí brøðra­samkomuna.

Oluffa Joensen. Hon var dóttir Klæmint Olsen, kend­ur sýslumaður og politikkari í Klaksvík. Giftist við Óla Joensen, keypmanni í Klaksvík. Hon kom ikki at arbeiða sum lærarinna.

Rasminse Mortensen var dóttir Heina á Trønni í Havn. Sum nevnt gjørdist hon lærarinna í Øravík og Fámjin. Hon var lærari í sjey ár. Síðan hevði hon telefonina, postin og las lestur i Øravík.

Gjørdist Omma Bu

Thora kom beinanvegin, hon hevði fingið prógv, suður á Tvøroyri at vera í skúlanum saman við Dánjal Larsen, sum nú varð fyrsti­lærari. Aftaná 1901 arbeiddi hon saman við Jacob Jacob­sen, sum eisini var úr Havn. Síðan arbeiddi hon saman við skiftandi fyri­støðu­monnum skúlans sein­ast við Jørgen Bennedsen.

Hon kom sostatt at fylgja við skúlans vøkstri sum tann fasti miðdepilin heilt til tey fyrstu preliminerprógv vórðu latin í 1925.

Frammanundan Thoru Pálsson høvdu allir lærarar í Froðbiar sókn verið uttan­sóknarmen, tveir teirra útlendingar. Fólkatalið var, tá ið hon kom, í rívandi menning. Her var eitt ungt og virkið samfelag, og lærarinnan kom beinanvegin at vera ein livandi partur í hesum samfelagi – kanska eisini av tí, at hon hevði skyldfólk í báðar ættir í bygdini. Hon átti tvær mostrar og fleiri næstringar í faðirættini. Sjálv hevur lærarinnan verið eitt livandi menniskja. Øll tykjast at vera samd um, at hon dugdi sera væl at fara við børn­unum í skúlanum, og skjótt fekk hon kelinavnið Omma Bu. Hetta dámdi henni væl og var hon ofta kallað so bæði í tiltalu og umtalu.

Thora Pállson var tiltikin fyri sín dugnaskap í hand­arbeiði. Tað lá til fólkaslag hennara. Fyri genturnar hevur tað verið ein stórur fyrimunur, at tær eisini í skúlanum fingu høvi til at læra at nýta hendurnar bæði til at skapa hent pløgg, prýðiligar lutir og stás.

Eisini aðrar vegir var lærarinnan ein drívandi máttur í hesi bygd, sum var full av ungdómi tey nógvu ár, hon var her. Hon eggjaði og stuðlaði øllum góðum tiltøkum, til dømis einum tónlistafelagi og í øðrum lagi einum sjónleikarfelagi.

Eina tíð høvdu eini átta ungfólk, ið høvdu nomið nakað av musikki aðra­staðni, tikið seg saman, og lærarinnan var altíð fús at fáa tey til at halda hendan góða dugnaskap viðlíka og at halda konsertir.

Tað vóru fýra ungar kvinn­­­ur og fýra menn, og tey leiktu á fiól, urgu og klaver.

Sjónleikirnir vóru júst í hesum árum nýskrivaðir og frískir hjá Rasmus Effersøe og Hans Andreas Djurhuus, so hetta var eisini for­kunnugt.

Omma Bu legði lag á sjálva framførsluna, stílaði fyri klædnapløggum og tílíkum. Hon seymaði sjálv, um so var neyðugt.

Thora Pállson kom so­­leiðis at uppliva fram­burð­s­tíðina á Tvøroyri og sjálv at seta dám á hana. Tað mestu tíðina búði hon í hugnaligu hølum sínum á skúla­loftinum. Ógift var hon og hevði tí bæði hug og stundir til at vera millum skyldfólk og vinir aftaná skúlatíð.

Thora gjørdist heiðurs­limur í Føroya Lærarafelag í 1925, og hevur hetta verið ein viðurkenning fyri ar­­beiðið hon gjørdi.

Kom aftur til Havnar

Tá ið hon fór frá í 1926, fór hon til Havnar og bygdi hús saman við systir síni Svan­hildu og sváginum Georg Long. Tey áttu Richard Long, sum var kendur sum skúlamaður og politikkari. Men ikki vóru tey saman í meira enn tvey ár. Omma Bu andaðist í 1928, og nú hvíla hesi trý nærum lið um lið í gamla kirkjugarði í Havn.

M. S. Viðstein greiðir frá um Georg Long, at hann var við í tónleikarlívinum í Havn saman við Bakar Han­sen, sum skipaði fyri Føroya fyrstu strúkikvartett saman við Georg Long, prent­smiðju­stjóra, Emil Traber og Dia við Stein. Hetta er helst byrjað í 1882.

Georg Hansen arbeiddi eisini eitt drúgt tíðarskeið við kórsangi, dúgliga stuðl­aður av Georg Long.

 

 

Keldur:

Elgerda Jacobsen: Skúlaskapur í Froðbiar sókn

Lærarafólk í Føroyum

Ingrið Sondum

M.S. Viðstein: Horvnar Havnarmyndir

 

 

 

 

Næstu ferð:

Komandi partur verður um Skora-Pól, sum var uppsitari hjá sorin­skriv­aranum í Norðadali