Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, avsannar í dag leysasøgur um, at maður hennara, Stephen Kinnock, er samkyndur.
-Tað er ikki satt, og tað verður ongantíð satt, sigur hon í samrøðu við Politiken í dag.
Leysasøgurnar um, at Stephen Kinnocl er samkyndur, fóru at ganga fyri tveimum árum síðani, tá fjølmiðlarnir viðgjørdu skattaviðurskiftini hjá forsætisráðharrahjúnunum. Tá noyddust tey eisini alment at avsanna, at tey skuldu skiljast.
Nú er komið undan kavi, at tað var fyrrverandi grannskoðarin hjá hjúnunum, sum á einum fundi við skattaumsitingina í Keypmannahavn upplýsti, at Stephen Kinnock var samkyndur. Men hetta manar forsætisráðharrin nú í jørðina.
-Í fyrsta lagi haldi eg ikki, at hetta er nakað, sum ein eigur at svara uppá. Men nei, hann er ikki samkyndur, sigur Helle Thorning-Schmidt við Politiken. Hon leggur afturat, at fyrrverandi grannskoðari teirra hevur sagt síðani, at tey í skattaumsitingini misskiltu tað, sum hann segði.