September er nærum hálv runnin og innan hesin mánaðin er úti, hava náttin og myrkrið vunnið á degnum og ljósinum. Tó, enn skínur sólin. Hon skínur á fuglarnar, ið flyta, súreplini, ið fella, og sopparnar, ið spretta. Og eisini á studentarnar, sum byrja nýggjan lestur á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Nú byrjar nýtt skeið. Hin døkkara hálvan. Men mong eru ráðin at minnast summarið og fjálgari leiðir, tá ein er á Eysturbrúgv.
Hóast hitin er fallin, kenst september enn fjálgur. Og ikki er tað sørt, at tað kenst sum ein stillfør provokatión, tá eg við føroyskum nummarplátum koyri inn í garðin hjá drotningini. Tó, borgartúnið er almenn rundkoyring og drotningahirðin letst ikki um vón, at ein føroyingur soleiðis hissini tekur eitt ópolitiskt drotningarumfar á Amalienborg. Aki fram við bjarnskinnshúgvurnar og seti bilin við Osloferjuna, tí morgunkaffi bíðar í Nyhavnini. Ymsir eru prísirnir og hartil støddirnar á koppum, krússum og kannum. Og at kaffi ikki bert er kaffi, tað kemur ein skjótt eftir á Eysturbrúgv.
Vilt tú kanna kaffigrøðina til botns og senda bønir til hægri maktir, so er at leita til Lítla Triangulin á Eysturbrúgv. Torgið, har gøturnar Dag Hammerskjølds Allé og Øster Farimagsgade skerast. Her er kaffihúsið Amokka, har alt verður malið. Grovt og fínt. Borðreitt verður eftir ynski. Kaffi kann verða svart, hvítt, søtt, skúmað, guvukókað; við hvítari ella svartari sjokulátu; við vanilju ella øðrum fremmandum smakki; við whisky, cognac ella øðrum sterkum løgi latnum útí. Jú, sanniliga er langt síðani, at Rich?s veitti Ríkinum bót í kaffi, kaffibót.
Ert tú á hesum leiðum, á Eysturbrúgv, er vert at spáka oman Nordre Frihavnsgade. Fornlutahandlar, har ein kann keypa blikkdósir frá forna Rich?s, eins og tiltiknu myndabøkurnar, at seta klisturmerki í. Á miðari gøtu sæst skeltið ?Kervan?. Tríni innar og blíður eysturlendingur tekur ímóti. Greiðir frá, at Kervan merkir kamelferðin hjá hirðafólkinum í oyðimørkini. ?Eitt heilt ár varir hon?, leggur hann góðsliga afturat og bjóðar mær økologiskt góðgæti av miðjarðarhavsleiðum. Aldri í mínum lívi havi eg sæð so nógv krydd. Keypi indiska krukku við leim og súrmeti og eina fløsku av Retsina úr Grikkalandi. Gagnast væl afturvið høsnarunganum um kvøldið.
Niðanaftur gjøgnum Fríhavnsgøtu, síggi eg næmingar úr privata studentaskúlanum hjá Ingrid Jespersen. Dagur teirra er lokin og í flokki stevna tey yvir um gøtuna og ganga niður nakrar trappur. Forvitin, leiti eg niður somu trappur og eri bráddliga inni í lítlum italsk-meksikanskum køki, har tey baka ciabattabreyð og tilevna leskiligar, angandi samlokur. Bíleggi samloku við pepperoni, salati og kryddsós, sum er loyndarmál kokksins. Væl smakkar, og eg skilji væl, at skúlanæmingarnir geva sær stundir at bíða í langum hala við hesa eksotisku, ódýru búð. Rosetta eitur hon. Er hugurin til italskt hvítvín afturvið, er at gera eitt legg oman á Classensgade. Har er stóra italska vínhúsið, har tey eisini vita at siga um ein italskan vínklubba.
Er búkurin ikki fyltur, eftir vitjanina í kantinuni hjá Rosettu í Fríhavnsgøtu, er at gera eitt rend niðan á Bopa plássið, sum er navngivið eftir borgarligu partisanunum undir krígnum. Tí løgna navnið Bopa. Her er lítil ísbúð ?Dr. Franke?, ið ber navn eftir eigaranum Frank. Eitt løgið stað, sum á hásumri kann geva tær so sterka kenslu av bláum Miðjarðarhavi, at tú kennir teg verða bodnan í strandarveitslu og fært hug at kasta teg á bláman. Soleiðis er umhvørvið um summarið. Men nú er hann heystligur í luftini og ísurin er knapt so svalligur. Tað veit Dr. Franke. Tí selir hann franskar skíbúnar um veturin. Og í hesum skiftandi tíðum, hevur hann eisini lagt seg á netið, har ein kann bíleggja ís til dyrnar.
Jú, í bláanum á Eysturbrúgv møtast Miðjarðarhavsmetropolarnir. Rom, Ankara og Athen. Og prikkin yvir i?ið setir bókahandilin Oktober í Livjægergade. Har standa tempulsúlurnar hjá Jóannesi í sýnisglugganum. Á donskum.
Birgir Kruse, Keypmannahavn