Úti fitness á Svangaskarði

Nes kommuna hevur ætlanir um at gera eitt spælipláss afturat og úti fitness á Svangaskarði

Bygdaráðið í Nes kommunu samtykti mánakvøldið at fara undir at kanna møguleikan fyri at gera eitt spælipláss afturat á Svangaskarði, har tey eisini hava ætlanir um at útvega útgerð til at hava eitt alment úti fitness.

 

Nes kommuna skrivar, at orsøkin til at bygdaráðið hevur samtykt at kanna møguleikarnar fyri einum nýggjum spæliplássi, er tí at spæliplássið hjá barnagarðinum á Svangaskarði við tíðini er vorðið ov lítið, og at tað tí er tørvur á einum almennum spæli- og fríplássi í kommununi.

 

Ætlanin er at spæliplássið og økið til úti fitness koma at liggja saman, sum partur av stadionøkinum í sunnara endanum. Hugsað er um øki millum kastigarðin og rennibreytina.