Ikki álvarsligur fólkaskaði í Vágatunlinum

- Annar av bilunum, sum gjørdist partur av óhappinum í Vágatunlinum seinnapartin í gjár, var ein el-bilur, og tá skulu serlig atlit takast, sigur løgreglan.

 

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Vágatunlinum, og hetta førdi til, at tunnilin var stongdur í ein tíma og fýra minuttir. 

 

Sambært løgregluni varð ein bilur árendur av øðrum bili, sum kom aftanfyri, men tíbetur stóðst ikki álvarsligur fólkaskaði í óhappinum.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at eitt av fólkunum, sum gjørdist partur av óhappinum, varð flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. 

 

- Annar av bilunum var ein el-bilur, og tá skulu serlig atlit takast til tað, sum gjørt verður á staðnum, sigur løgreglan, sum fegnast um, at alt spældi væl av.

 

Nú fleiri el-bilar eru á vegunum, er sambært løgregluni eisini neyðugt, at bjargingarfólk hava neyðugu førleikarnar at handfara slíkar hendingar.