Tíbetur velja vit sjálvi hvussu vit fara á ólavsøku

- 2017 var árið, tá eg stóð fyri tørni at halda ólavsøkuprædikuna. Tað ger ein vanliga bara eina ferð í lívinum, og tað kendist sum ein ómetaliga stórur heiður, sigur Anne Mette Greve Klemensen 

 

Fert tú á ólavsøku í ár?  

 

- Sjálvandi! Eg havi verið á ólavsøku á hvørjum ári síðan 2002. 

Tað sigur Anne Mette Greve Klemensen.

Hvussu heldur tú ólavsøku?    

- Ólavsøkuaftan plaga vit at fara til setanina við børnunum, spáka í býnum og vitja vinfólk. Ólavsøkudag er programmið merkt av skrúðgongu, gudstænastu og kórsangi. 

Anne Mette vísir á, at maðurin fer at stjórna Ólavsøkukórinum í ár, so hann hevur úr at gera við venjing í vikunum uppundir.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   

- Hátíðarløtan ólavsøkumorgun er nakað serligt og annars at syngja. Eg  helt ólavsøku eini 10 ár, áðrenn eg bleiv prestur, og hava vit altíð møtst við kórinum og sungið - eisini tá børnini vóru smá.

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    

- 2017 var árið, tá eg stóð fyri tørni at halda ólavsøkuprædikuna. Tað ger ein vanliga bara eina ferð í lívinum, og tað kendist sum ein ómetaliga stórur heiður at gerast ein lítil liður í einari traditión, ið røkkur fleiri øldir aftur í tíð.

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Tað er ringt at siga. Tíbetur velur ein sjálvur, hvussu ein fer á ólavsøku. 

Anne Mette Greve Klemensen sigur, at hon onkuntíð hevur hugsað, at tað er í so dýrt hjá børnum at fara ein túr í býin at stuttleika sær, tí øll hava ikki líka nógvar lummapengar. 

- Men annars haldi eg, at ólavsøkan er góð og hóskar akkurát til mín, leggur hon aftrat.