Hon legði á tíðindafundi í Oslo í dag dent á, at spurningurin ikki snýr seg um, hvørt Ukraina skal gerast limur. Men nær.
– Hurðin hjá Nato verður standandi opin, og tað er upp til Ukraina og Nato-londini at taka avgerð um, nær Ukraina verður limur. Tað er ikki upp til Moskva, segði Anniken Huitfeldt.
Spurningurin um eina ítøkiliga ætlan býtir sundur Nato-londini. Lond sum USA og Týskland eru varin í mun til at senda signal um skjótan Nato-limaskap, sum kanska fer at føra Nato nærri einum veruligum kríggi við Russland.
/ritzau/