Tíðin er komin til at strika 266b

Besta svarið til terroristarnar í París er at avtaka lógina sum sigur, at rætturin hjá mær til ikki at blíva fornermaður, gongur fram um rættin hjá tær til at siga tína meining.

Besta svarið til terroristarnar í París er at avtaka lógina sum sigur, at rætturin hjá mær til ikki at blíva fornermaður, gongur fram um rættin hjá tær til at siga tína meining.

 

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í tíðargrein í Sosialinum, sum er skrivað í kjalarvørrinum av kjakinum kring yvirgangsatsóknina í París.

 

– Í Føroyum verður 266b bara sett í samband við samkynd. Hugsanin var, at tey við hesi lóg líkasum blivu formliga góðtikin í Føroyum.

 

– So leingi henda lóg er galdandi, skulu samkynd sjálvsagt vera partur av henni. Men lógin hjálpir ongum. Myndugleikarnir kunnu ikki við lóg verja hvørki samkynd ella nakran annan móti teimum meiningum, onnur hava um tey. Myndugleikarnir skulu viðurkenna samkynd við at tryggja teimum borgarliga rættin at giftast, sigur fólkatingsmaðurin.

 

Hann vísir á, at 266b skerjir talufrælsið, tí lógin byggir á eina hugsan um, at rætturin hjá mær til ikki at blíva stoyttur ella fornermaður, gongur fram um rættin hjá tær til at siga tína meining.

 

– Fornermilsið hjá mær skal kunna fáa teg í geglið, vísir hann á.

 

Hann skrivar víðari, at farnu dagarnar hava ávísir føroyingar tosað um neyðstødd flóttarfólk í niðrandi, kyniskum og rasistiskum vendingum.

 

– Mong hava kent seg illa av at hoyra og síggja hetta. Men sovorðin ókristilig hugsan er í Føroyum. Vissuliga er tað ódámligt. Men tað er altso eingin troyst, at tað, orsaka av 266b, kann vera ólógligt at bera slík sjónarmið fram. Tí koma tey ikki fram, ber ikki til at fáa tað kjakið, ið sum tað einasta kann broyta nakað.

 

– Okkara fólkaræðið má vera ein sjálvreinsandi mekanisma, har ymisk sjónarmið brótast, og tey vinna, sum fáa størstu undirtøkuna millum fólk. Og tað ber ikki til, um summi sjónarmið eru ólóglig!

 

Sjúrur Skaale skrivar, at starvsfólkini á Charlie Hebdo vóru ikki hetjur.

 

– Men tey høvdu rætt til at gera tað, tey gjørdu. Og terroristarnir sum drupu tey, mugu ikki sleppa at skera so mikið sum eina flís av tí talufrælsi, sum hesi fólk gjørdu sær dælt av.

 

– Vit svara teimum best við at lógarfesta ta hugsan, at í Føroyum er orðið púra frítt.

 

– Og tað gera vit m.a. við at avtaka 266b, skrivar Sjúrður Skaale millum annað í tíðargreinin, sum er prentað í Vikuskifts-Sosialinum.

 

Sosialurin á netinum fast VIÐ AT TRÝSTA HER