Håkan Ericson:
– Eg fari fyrst at tosa um mótstøðuna. Tað er eitt áugavert lið, sum spælir álopsfótbólt við nógvum kombianitiónum. Teir spæla eisini við bóltinum í framrætta spælinum. Eg síggji fram til at spæla á nýggja Tórsvølli, sum eisini hevur nýtt graslíki. Tí eri eg spentur til í morgin
Agnar Prestá, Portal: Eru nakrir nýggir spælarar innkallaðir?
Håkan Ericson: – Ja, vit hava innkallað Daniel Johansen. Tað var ótrúliga óheppið, at tað vóru tveir spælara á sama plássi, sum skuldu í sóttarhald. Soleiðis er tað eisini mangan við skaðum. Vit royna at samráðast við at fáa Viljorm út, men tað fyribils eru hvørki hann ella Ári M. Jónsson við.
Odmar Færø:
– Vegna spælarar nakar kann eg siga, at vit eru spentir til komandi dystirnar. Vit hava síggja positivt upp á tað og vit gleða okkum til at spæla á nýggja vøllinum, eftir nakar góðar landsdystir seinast.
Håkan Ericson sigur eisini, at hann vónar at føroyska liðið klárar at bjóða Ísrael av. Báðir leggja dent á, at stemningurin frá áskoðarunum hevur nógv at siga. Liðið skal nú venja á Tórsvølli. Myndir og samrøður koma seinni.