Albania hevur júst havt tíðindafund á Tórsvølli undan EM-undankappingardystinum móti Føroyum í annaðkvøld klokkan 19.45.
Umboð fyri albansku spælararnar var Ylber Latif Ramadani, sum í dag spælir við Aberdeen í Skotlandi. Hann bleiv spurdur um hvut hann visti um Føroyar, nú Føroyar og Albania møtast fyri fyrstu ferð í A-landsliðssamanhangi.
- Eg meira enn tit halda. Eg havi búð í Danmark í fýra og eg havi ein vinmann, sum spælir við føroyska landsliðnum, segði Ylber Latif Ramadani.
Hann hevur spælt saman við Viljormir Davidsen í Vejle BK, so tað er væl hugsandi, at tað er vinmaðurin, ið hann nevnir. Og Ramadani væntar ikki nakran lættan dyst.
- Dysturin í morgin verður ikki nakar lætur dystur. Eg vænti mær ein dyst við nógvum nærdystum og fríspørkum. Vit skulu fyrireika okkum væl, segði Ylber Latif Ramadani.
Albania hevur spælt tveir dystir í EM-undankappingini. Teir taptu 1-0 í Póllandi og vunnu um vikuskiftið 2-0 á Moldova. Dysturin millum Føroyar og Albania verður í annaðkvøld klokkan 19.45.