Føroyska manslandsliðið skal í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla fjórða og seinasta dystin í hesum Nations League landsliðsumfarinum, sum hevur verið tað drúgvasat í søguni. Fýra dystir upp á 10 dagar.
Á døgurða í dag var tíðindafundur á nýggja tjóðarleikvøllinum, sum eitur Stade de Luxembourg. Í metrum er tað á stødd við Tórsvølli – kanska enntá minni – men tað tekur væl fleiri áskoðarar. Einar 9.000 túsund.
Håkan Ericson: Tað er deiligt at vera her í flotta Luksemborg. Hetta er fyrstu ferð, at eg eri her. Vit gleða okkum til at spæla her í morgin. Luksemborg hevur eitt gott teknsikt lið, men vit ynskja at reisa okkum eftir tapið á Tórsvølli. Tað vóru nakar støður í fyrra dystinum, sum kundi havt verið øðrvísi, og tað hevði broytt dystin. Vit halda, at vit hava ein góðan møguleika til í morgin.
Vit hava gjørt nakrar broytingar, og tað vit hava tvey leikbann. Vit koma at flyta runt upp á okkurt. Hjá Luksemborg eru einir 8 ella 9 spælarar, sum hava spælt allar tríggjar dystirnar í hesum landsliðsumfarinum, so tað verður spennandi at síggja hvussu teir gera.
Hákan Ericson um ivasamar spælarar: Eg meti allar sum tøkar. Hørður Askham og hinir venja, og eg hugsi um allar sum tøkar til dystin. (Spurdur um Jóan Símun kann starta) Eg síggi allar spælarar sum tøkar.
Håkan um Luksemborg, og um hann lærdi nakað frá dystinum á Tórsvølli: Vit tjekka altíð mótstøðuliðini væl, so vit blivu ikki bilsnir av teimum, men tað eru altíð smálutir, ið tú mást tillaga. Eitt nú er hetta á útivølli og vit spæla á grasi. Tað er eisini nakað heitari her. Í Føroyum halda vit teimum frá teimum heilt stóru málmøguleikunum, men tað var ikki perfekt. Vit hóttu í nøkrum økjum, men tað bleiv ikki ordiliga vandamikið. Tað broytir nakað, at vit spæla á grasi, men tað er nakað, sum spælararnir eru vanir við. Tað broytir ikki okkara ætlan.
Håkan um reyðu kortini til René og serliga til Sølva seinast: Vit hava tosað við spælararnar, og sum ein hópur, um hvat hendi. Odmar Færø fær eisini eitt gult kort, ið ikki líkist honum. Hevði støðan við Sølva verið ein spælari, sum ger hatta oftani, so hevði eg sagt okkurt, men hatta eru spælarar, ið vanliga eru róligir.
Føroyar spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 móti Luksemborg. FM1 sigur frá dystinum.