Tað eru góð 30.000 tons meira enn í 2016. Orsøkirnar til nógv øktu framleiðsluna eru fleiri, men tætt samstarv millum vinnuna og granskarar á Firum um at útvega meira vitan um laksalús eigur ein stóran part av heiðrinum.
- Vit hava lagt sera stóran dent á at fáa meira vitan um laksalús, og vinnan hevur verið sera skjót at taka nýggju vitanina til sín og brúka hana, sigur Gunnvør á Norði, granskari á Firum, sum eisini er limur í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.
- Lúsatrupulleikin er ikki burtur, men vit hava fingið tamarhald á støðuni, og vit høvdu ongantíð kunnað framleitt so nógv, sum vit gera í dag, uttan alla ta gransking og nýskapan, sum er farin fram, sigur Gunnvør á Norði.
Kelda. gransking.fo
Les meira:
Nýggj vitan um laksalús hevur økt aliframleiðsluna -










