Tíggjutalstúsund gekkaseðlar seldir

Gekkafepurin hevur herjað landið seinastu vikurnar, nú høvuðsvinningurin næstan er methøgur.


31. oktober 2014 setti Gekkurin met, tá hann var á heili 1,7 milliónir krónur. Tá var tað Ása Christiansen av Argjum, ið vann metstóra Gekkin.


Fríggjadagin er Gekkurin eitt vet minni, tá føroyingar hava møguleikan at vinna 1,65 milliónir krónur, og tað sæst aftur í sølutølunum hjá Kringvarpinum.


- Í síðstu viku, tá Gekkurin var 1.500.000 krónur seldu vit umleið 34.500 gekkeseðlar. Tað er eitt sindur minni enn seinast, tá Gekkurin var á 1.500.000 krónur, tá vit seldu umleið 40.000 seðlar, sigur Jákupa Mikkelsen, fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum.


Vanliga liggur sølan, tá Gekkurin er um 100.000 krónur um einar 5-6.000 seðlar, men tá vinningurin nærkast milliónin broytist mynstrið.


- Sølan ger vanliga eitt hopp um milliónina. Við endan av 2015 var Gekkurin um eina hálva millión, og tá seldu vit 13.000 seðlar, men tá hann kom upp á 900.000 krónur vórðu tað seldar 22.000 seðlar. Vikuna aftaná, tá hann var á 1 millión krónur, vórðu 28.000 seðlar seldir og síðani hevur tað ligið um 30.000 seldar seðlar, greiðir Jákupa Mikkelsen frá.