Tikin fyri at hava hótt við at spreingja Stórtingið

Maðurin, sum í gjárkvøldið hótti við at spreingja norska Stórtingið í luftina, er tikin.

Løgreglan í Oslo hevur júst havt tíðindafund, har hon boðaði frá, at maðurin bleiv tikin stutt fyri klokkan 11 fyrrapartin okkara tíð. Talan er um ein norðmann í 20'unum, og hann er fyribils skuldsettur fyri hóttanir.

Løgreglan hevur ikki avhoyrt mannin enn, men hann hevur váttað, at hann hevur hótt við at spreingja Stórtingið í luftina. Tað gjørdi hann í einum bussi seint í gjárkvøldið, og løgreglan setti alt fyri eitt strong trygdartiltøk í verk í miðbýnum í Oslo.

Á tíðindafundinum bleiv upplýst, at løgreglan hevur funnið ein skottryggan vest og eitt gassvápn heima hjá tí tikna manninum.