Tikin fyri stuldur á røktarheimi

Løgreglan fekk seinnapartin í gjár fráboðan um, at onkur hevði stolið spritt á tveimum røktarheimum

 

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan frá einum eldraheimi í Havn, at onkur hevði verið inni og stolið sprittdunkar. Talan er um sprittdunkar, sum hanga á vegginum at spritta hendur við.

Løgreglan hevur funnið fram til ein persón, sum er skuldsettur fyri stuldurin.

Stutt eftir fekk løgreglan fráboðan frá einum øðrum røktarheimi um júst tað sama, at sprittdunkar at reinsa hendur við vórðu stolnir.

Løgreglan kannar nú, um samanhangur er millum hesi bæði málini.