Tiknir upp á Jotumfeltinum

Vatn kom í brennievnið á skutaranum hjá Alta S. Petersen, og tí bóðu teir um hjálp og sigldu til lands seinastu 80 fjóringarnar við einum veitingarskipi. Ferðin heldur tó fram til Keypmannahavnar

Royndin hjá teimum báðum, 26 ára gamla Sveini Høgnason og 31 ára gamla Atla S. Petersen, endaði fyribils umborð á einum veitingarskipi á Jotum oljufeltinum í Norðsjónum 80 fjórðingar úr Stavanger.
? Tað var eg sum fekk trupulleikar við mínum skutara. Annaðhvørt er vatn komið í luftinntakið ella í brennievnið, sigur Atli S. Petersen, tá vit hittu hann í fartelefonini úr Stavanger fyrrapartin týsdagin.
Teir báðir, Atli S. Petersen og Sveinur Høgnason vóru komnir meiri enn hálva leið úr Hetlandi til Noregs, tá skutarin hjá Atla fór at ganga so illa. Motorurin steðgaði ongantíð ? og tað skuldi hann helst ikki gera, tí skutarin kann ikki sleipast, tí tá tekur maskinan vatn inn. Teir vendu tí aftur til ein veitingarbát, ið lá á Jotum oljufeltinum einar 80 fjórðingar úr Stavanger og bóðu um hjálp. Har vórðu skutararnir tiknir umborð.
Tá teir hivaðu skutaran hjá Atla umborð, brotnaði ein partur av róðrinum, og tað er hendan eykalutin, teir nú vóru í ferð við at umvæla í Stavanger.
Annars gekk túrurin tvørtur um Norðsjógvin ikki heilt, sum ætlað, sigur Atli S. Petersen.
? Vit høvdu fingið lova nóg mikið av brennievni frá einum veitingarbáti á vegnum, áðrenn vit fóru úr Hetlandi, men vit fingu bert 40 litrar í part, og tað var ikki nóg mikið, greiðir Atli frá. Hann sigur, at á túrinum úr Føroyum til Hetlands brúktu teir 200 litrar í part ? teir kunnu hava 250 litrar umborð í part, og tað vildu teir hava til túrin til Noregs. Teir høvdu eisini góðar veðurvánir, tá teir fóru, men veðrið var ikki so gott, sum roknað var við, hóast vandi ongantíð var á ferð, sigur Atli S. Petersen.
? Men vit hava havt tað fínt, og vit hava gott mót um at halda fram, sigur Atli, sum leggur dent á, at trygdin hjá teimum alla tíðina hevur verið í lagi.
? Fólk hava fílst á, hví vit ikki hava bát at fylgja okkum á ferðini. Men tað bera bara ikki til, og ein slíkur bátur kann so lítið gera. Tað ber ikki til at sleipa skutararnar, tí skulu teir umvælast, so mugu teir takast upp, og tá mást tú hava ein størri bát, sigur hann.
? Vit fingu eisini rós frá vaktar- og bjargingartænastuni í Hetlandi, tí vit vóru so væl útgjørdir við trygdarútgerð. Teir søgdu, at tað koma so nógvir bátar handanvegin, sum eru illa útgjørdir, og so koma vit á tveimum vatnskutarum við góðari trygdarútgerð, greiðir Atli S. Petersen frá.
? Vit hava hava ein bjargingarbát til fýra, vit hava tríggjar GPS?arar, hóast vit bara hava brúk fyri einum, vit hava VHF?ara og satelitttelefon eins og eina ørgrynnu av neyðrakettum og blussum, greiðir hann frá.
Alti sigur, at teir eru imponeraðir av, hvussu væl teir kropsliga hava megnað túrin.
? Vit høvdu væntað tað nógv verri. Tá vit komu til Hetlands vóru vit nokkso eymir, men eftir hvíldina høvdu vit tað nógv betur. Nú merkja vit tað sjálvandi á kroppinum, men tað eru í so máta eingir trupulleikar at halda leiðina fram.

Fjølmiðlar stóran áhuga
Tað er eyðsæð, at fjølmiðlarnir hava áhuga í slíkum váðaferðum, sum hendan hjá Atla og Sveini.
Atli S. Peteresen sigur, at telefonin hevur gingið heit, so nógvir miðlar vilja hava orðið á teir. Tá Sosialinurin hitti teir týsmorgunin, høvdu teir tosað við BBC, bretsk og skotsk bløð, við norska sjónvarpið, VG og donsk bløð. Atli heldur, at tað eru føroysku miðlarnir, ið hava víst tiltakinum minstan áhuga.
Tá vit hittu Alta, vóru teir í ferð við at umvæla skutaran. Hann væntaði, at hann fór at verða klárur einaferð seinnapartin týsdagin, men teir fara í fyrsta lagi avstað úr Noreg í fyrrpartin í mikudag.
? Vit eru komnir gjøngum tað ringasta farvatnið, so tað skal ikki tarna okkum nú, sigur Atli S. Petersen, sum væntar at klára síðsta triðinging upp á ein dag ? kanska í kvøld, um farið verður í dag, mikudag.