Tíðliga í nátt møtti løgreglan einum bili við fleiri ungum monnum í. Bilførarin var ein gamal kenningur hjá løgregluni, so løgreglan steðgaði honum at vita um alt var sum tað skuldi.
Tað var tað ikki!
Bilførarin var edrúur, men hinir ungu menninir í bilinum vóru eisini gamlir kenningar hjá løgregluni, so tá ið teir vórðu kannaðir, fann løgreglan hassj upp á tveimum teirra. Løgreglan sigur, at talan var um smáar nøgdir, ið var til egið brúk.
Men líka órógvandi var tað, at løgreglan fann eisini fleiri ólógligar knívar uppi á teimum. Tað er ikki heilt greitt, hvat slag av knívum, talan var um, men teir vóru ólógligir og verða bólkaðir sum vápn.
Løgreglan sigur, at teir fáa sostatt eina bót fyri at hava hassj, og ólógligar knívar uppi á sær. Og samstundis er hald lagt á hassj og knívar.