Fyri einum góðum ári síðani vóru 1.403 útlendskar fyritøkur skrásettar í Danmark, men í dag er hetta tal komið upp á 3.121. Nógv tær flestu, sum eru komnar afturat, eru úr Eysturevropa, og nógv tær flestu arbeiða innan donsku byggivinnuna. Eitt nú eru 611 polskar fyritøkur skrásettar, og av teimum eru 529 í byggivinnuni, og av teimum 77 litavsku eru 62 virknar í donsku byggivinnuni. Fakfelagið hjá donskum byggifyritøkum er fegið um tann stóra útlendska áhugan, tí stórur tørvur er á arbeiðsmegi. Sambært Dansk Byggeri eru 16.000 arbeiðspláss komin afturat í byggivinnuni tað seinasta árið, og av teimum eru umleið 8.000 mannað við útlendingum.