Tað er onkur, sum hevur til fragd at stjala nummarspjøldur av bilum í Havn. Hesir skálkar hava serliga til fragd at gera seg inn á bilar, sum standa parkeraðir uttan fyri hjá fútanum og ríkisumboðsmanninum undir Glasheyggi í Havn.
Seinastu tíðina hava fleiri bilar - eisini útlendskir bilar - mist nummarspjøldrini, og aftur hetta vikuskiftið, hava skálkarnir verið upp á spæl, og gekk tað hesaferð út yvir ein bil.