Eyðun Klakstein
Hann er herviligur at brúka ironi og sarkasmu, hann fírir ikki fyri at siga sína hugsan um dagsins samfelag, sum hann eina ferð proklameraði hevði skuldina, og hann fær endaleyst pláss í fjølmiðlunum, tá hann kemur við nýggari plátu.
45 ára gamli Steffen Brandt er talsmaður fyri TV2 ? keðiligasta bólk í Danmark, sum teir plagdu at kalla seg ? og um eina viku fer hann aftur á pallin í Føroyum, tá TV2 fer at spæla til konsert í Havn.
Og so er ikki gott at vita, um hann fer at gera, sum tá hann á sinni fór á pallin frammanfyri 40.000 ovfarakátum keypmannahavnarum og legði fyri við at siga: »Gott kvøld, Odense...«
Síðani TV2 kom út við síni fyrstu plátu í 1981, Fantastiske Toyota varð hon doypt, hevur bólkurin vunnið seg fram til at verða nakað tí best umtókta og best seljandi í donskum popptónleiki.
Teir verða kallaðir besti livebólkur í danska kongaríkinum, og nú vit standa á gáttini til eina nýggja tíð í sambandinum millum Føroyar og Danmarkar, skal enn ein bólkur av tónatindinum í Danmarkar undirhalda føroyskum áhoyrarum.
Rættir menn...
Byrjanin hjá TV2 var nakað trilvandi. Teir góvu tvær plátu út í byrjanini av 80?unum, áðrenn teir fingu rættiliga undirtøku millum tónleikakeyparar. Plátan Beat, sum kom í 1983, seldi 50.000 eintøk og konsertferðin, sum kom í hølunum á hesi útgávu, varð útseld allastaðni.
Næstu útgávurnar staðfestu støðuna hjá TV2, og plátusølan bara vaks. Næsta plátan seldi tvífalt so nógv sum Beat, og við Rigtige mænd gider ikke høre mere vrøvl fekk TV2-konseptið rættiliga vind í seglini.
Vendingar og orð frá yrkingunum hjá Steffen Brandt sníktu seg upp í gerandismálið og í yvirskriftirnar í bløðunum, og hesin raffineraði og tungusnildi poeturin úr Århus fór at seta dagsordanin fyri danskan popptónleik.
Útgávan um tað, sum Steffen Brandt nevndi rættar menn, seldi heili 250.000 eintøk, men orðaskiftið í kjalarvørrrinum á hansara yrkingum var stundum hvast, tí øll høvdu ikki sama ans fyri ironi, sum Steffen Brandt hevði.
Og sjálvur plagar Steffen Brandt at fortelja søguna um seg sjálvan, tá hann, stutt eftir at plátan um rættar menn var útkomin, fór trillandi við einum barnavogni í illveðri í Århus. Meðan hann stríddi seg ígjøgnum regn og vind, steðgaði ein stórur treylari við síðuna av honum, førarin skrúvaði rútin niður og rópti á hann: »Rættir menn... ha!!!«
Fyrilesturin
Í 1988 kom útgávan Nærmest lykkelig, sum av mongum verður mett at verða besta TV2-útgávan, men so seint sum í 1994 gjørdi TV2 eina stóraseljandi fløgu afturat.. Hon kallaðist Verdens lykkeligeste mand, og sangurin um Samfundets skyld gjørdist eisini eitt lítið hitt í Føroyum.
Sigrarnir hjá TV2 og yrkingunum hjá Steffen Brandt eru óteljandi. Heiðurslønirnar hava verið mangar, og í 1997 var yrkingin til sangin Kom lad os brokke os brúkt til próvtøkuna í donskum í 10. flokki.
Steffen Brandt syngur ikki eins sannførandi, sum hann yrkir og smíðar løg, men hann er sangarin í TV2, og tey, sum ikki kenna TV2 undan konsertini næsta fríggjadag, kunnu kanska illgita konsertina fyri at verða ein fyrilestur hjá Steffen Brandt, men tá hann hálvtosar og hálvsyngur saman við tónleikinum hjá restini av manningini í TV2, finst ikki betur popptónleikur á donskum.
Rættir menn leggja ikki í at hoyra meira møsn...