Til Grønlands at fiska makrel

Grønlendingar hava ikki skip til at fiska allan makrelin, og teir mugu tí fáa hjálp frá øðrum.

Íslendingar liggja framvið at fiska makrelkvotuna, sum Grønland hevur tillutað sær í ár.

 

Íslendskir miðlar skriva, at í minsta lagi átta skip við íslendskum tilknýti skulu fiska makrel í grønlendskum sjógvi í ár. Talan er um skip, sum eru ella hava verið í íslendsku skipaskránni, og sum íslendingar eiga part í. Eitt av teimum átta skipunum er Polar Amaroq, sum íslendska felagið Síldarvinnslan eigur í.

 

Grønlendska makrelkvotan er 100.000 tons, og tey átta skipini við íslendskum tilknýti hava fingið loyvi at fiska ein triðing av kvotuni.