Kantri
Útiløgumaður er maður, sum er rýmdur úr bygd og lagstur í óbygdum. Soleiðis sigur orðabókin og hesin er eisini hugsjónarligi karmur um teir báðar Waylon og Willie. Og seinni eisini The Highwaymen við Johnny Cash og Kris Kristofferson afturat. Eftirnøvnini á teimum upprunaligu útilagnu eru Jennings og Nelson.
Í miðari næstu viku, mikudagin hin 21. februar, eru 25 ár liðin síðani teir báðir Waylon og Willie fyrstu ferðina vóru á hvørjum munni. Tað var við sanginum »Good hearted woman«, sum teir sjálvir yrktu. Hendan dag vóru teir nummar eitt á almenna amerikanska topplistanum við plátum uttan av heiðini. Kantriplátur við The Outlaws. Hestajazz, sum onkur nevnir tað.
Sangurin var av LP plátuni »Wanted: The Outlaws« (RCA 1976), sum hóast hon fevndi um gamalt tilfar gjørdist fyrsta country LP plátan, sum fór um milliónamarkið. Og tá so nógv vilja ogna sær eina plátu, fær hon virðisløn úr platini.
Texasyrkjaranum, Willie Nelson, dámdi ikki lívið í Nashville, har hann tó leingi hevði dvølst. Hann yrkti »Crazy«, sum Patsy Cline gjørdi til ein slagara og úr drúgvu sangbók Willie?s kunnu vit nevna »Funny how time slips away«, »Night life« og »Hello walls«.
Í bókini »Top country albums« hjá Joel Whitburn er Willie Nelson fremsta plátunavnið av 200. Hann eigur flestar plátur, sum oftast hava ligið ovast og er tí fremstur á styrkilistanum. Og eigur onkur 70.000 dollars er tað prísurin at fáa hann hendan vegin, sigur Tom Munsey konsertfyrireikari. Umframt allar útreiðslur altso.
Á Tollaksmessu 1970 fóru allar ognir Willie?s upp í royk og hann nýtti høvið at kvitta við Music City og flyta heim aftur til Texas. Sum allir rættir kúrekar. Music City er heitið, Nashville gongur undir. Serliga er tað í økinum Music Row, at ídnaðurin heldur til og flestu plátur verða gjørdar. So hvørt ein stjørna ikki selur, fær hon fótin. Merle Haggard-slagið av sangarum má leita sær til ivasama staðin Branson, sum er fyri aldrandi stjørnur, sum mist hava takføri og keypiorku. Í Nashville er bara rúm fyri sangarum, sum øllum dámar til allar tíðar og á øllum útvarpsrásum. Lægsti felagsnevnari er lóg. Og kvinnur er av tveimum sløgum: tær ljóshærdu í strammum kovboybuksum og tær dimmleittu í glitrandi veitslukjólum, sum bestir eru í náttklubbum.
Millum aldrandi og tískil útilagnu Nashvillestjørnurnar fyri 25 árum síðani var eisini Waylon Jennings. Eins og Willie Nelson var hann úr Texas og kundi takka Buddy Holly fyri, at hann enn var frammi.
Tað var ein lítið tespuligan vetrardag í 1959, at Waylon lat Buddy ein ferðaseðil. Ferðaseðil til ævinleikan. Waylon spældi nevniliga bass fyri Buddy Holly, men eftir sum pláss bara var fyri trimum ferðandi í lítla flogfarinum, veik Waylon sess fyri Holly. Tíggju minuttir eftir fráferð hin 3. februar 1959 rendu teir tríggir ferðamenninir Buddy Holly, 17 ára gamli Ritchie Valens og plátuvendarin The Big Bopper, í eina kavaódn og spurdust ikki aftur. »The day the music died«, sum Don McLean syngur um í »American Pie«.
»Why me, Lord« kundi Jennings havt yrkt hesa ferðina. Í heilt øðrum høpi bleiv sangurin tó til á einum heilt øðrum útilagnum skrivaraborði. Tað var í 1972, tá Kris Kristofferson hevði verið í kirkju og hoyrt Larry Gatlin syngja »Help me«, sum vit kenna frá Elvis og Alexi. Kanska kunnu vit meta Kristofferson sum hin fyrsta rætta útilagna ella »outlaw«, sum hetta slagið av sangarum verða skýrdir.
Fleiri eru søgunar um lagnunnar speisemi og hægri maktir sum ? kanska ? leggja uppí tá stjørnur eru á ferð. Tá guitarsnillingurin Stevie Ray Vaughan í tyrlu skuldi víðari til næsta spælistaðin, kom mjørki á teir. Tyrlan rendi á eina skílyft og datt niður. Hetta var á sumri í 1990 og seinni kom fram, at Eric Clapton skuldi havt verið við. Júmen, kring stjørnur spretta søgur, lagnusøgur.
Á 25 ára gomlu plátuni »Wanted: The Outlaws« medvirkar eisini Jessi Colter, kona Waylon Jennings og Tompall Glaser. Hesin seinni yrkti sangin, sum ber ivasama frámerkið »mannsjavinistiski sangur allra tíða og tjóða«. Rætta heitið er »Put another log on the fire« og hann er við á 25 ára gomlu plátuni.
Hóast skarptløddu skotini til Nashville og alt, ið har býr og virkar, varð undirtøkan stór, tá hesi útlagnu lótu hoyra frá sær. Sangurin »Good hearted woman« varð í Nashville straks kosin ársins sangur. Seinni hava so stór nøvn sum Alan Jackson og George Strait tikið henda atfinningarsama tátt upp aftur. Teir sungu í fjør »Murder on Music Row« og vunnu á sama staði virðisløn fyri »vocal event of the year«. Sangurin er um eitt morð, sum eingin varnaðist. Hin myrdi er góði, gamli sangurin, meðan hann, ið útinnir snildisliga drápið er eingin annar enn tónleikaídnaðurin í Nashville.