10 føroyingar verða millum tey 7.500, sum um vikuskiftið renna marathon í Keypmannahavn
Talan er um rennarar úr Bragdinum og Føroya Triathlonfelag, og fara hesi av landinum fríggjadagin.
Tey 10, sum verða í føroyska ferðalagnum, eru Súni Jakobsen, Evald Rasmussen, Henry Olsen, Jógvan Olsen, Steindór Hjaltalin, Jón Johannsen, Andrias Hansen, Pauli Djurholm, Hákun Djurhuus og Andrass Joensen.
Nøkur av hesum hava tikið lut í líknandi kapping fyrr.