Tað vóru svár tíðindi at fáa tann tórsmorgunin, at tú góða Beinta, var farin. Vit vistu, hvønn veg tað bar, men tað ger tað ikki lættari. Tú hevur jú verið ein partur av mínum lívi so leingi eg kann minnast, og einki kundi fyrireika meg uppá tað tómrúm, ið nú er eftir teg.
Nógv eru minnini um teg, Beinta góða, bæði úr Valinum og úr Syðrutoftum. Sum smágentur spældu vit saman so at siga hvønn dag, og tað var ikki heilt sjáldan, at vit eisini svóvu saman. Eins og aðrar smágentur høvdu vit stórar vónir um, hvussu lív okkara skuldi vera, tá vit blivu vaksnar.
Eitt summari vóru vit báðar og familjur okkara og ferðaðust saman. Vit fóru øll til Eysturríki, og hetta høvdu vit báðar glett okkum til leingi. Vit plagdu at sita á reiggjunum í garðinum hjá Groth og ímynd okkum, hvussu hendan ferðin fór at verða, og hvussu alt var í hesum landi, ið vit skjótt skuldu vitja.
Hvør skuldi trú, at lagna tín skuldi gerast so hørð, góða Beinta. At tú, bara ellivu ára gomul, skuldi gerast so álvarsliga sjúk. Men tú var sterk og hevði viljan til lívið, og tú kláraði teg gjøgnum hesa óhugnaligu sjúku tveir ferðir í tínum unga lívi. Hóast alt ikki altíð var lætt hjá tær, so var tú altíð líka smílandi og blíð, tá vit vóru saman. Og tú settist ikki aftur. Eitt tíðarskeið var tú í Danmark á skúla, og har dámdi tær sera væl.
Men í mei í ár komu so hesi ringu boðini aftur, at tú, góða Beinta, aftur var vorðin sjúk. Hetta varð staðfest á Ríkissjúkrahúsinum, men hesaferð orkaði tú ikki meira góða. Tí avgjørdi tú at takka nei til viðgerð, ið helst ikki hevði hjálpt, og valdi ístaðin at koma heim til Trongisvágs at vera, tað sum eftir var av tínum alt ov stutta lívi. Hetta var ein sera tung avgerð, ið krevur eina ótrúliga styrki, og hóast eg heldur vildi havt teg her hjá mær, so skilji eg teg so sára væl. Tú hevði verið gjøgnum so nógv, og nú orkaði tú bara ikki meira góða.
Men hóast tú var tikin frá okkum alt ov tíðliga, so náddu vit báðar at fáa nógv góð minni saman gjøgnum árini, og tey skal tú hava stóra takk fyri Beinta góða. Hesi minni eru tann dýrabærasti skattur, eg eigi í dag. Tey eru mær en góð troyst, nú tú ikki ert her meira, og fari eg altíð at goyma teym væl í mínum hjarta.
Og tú, góða Solveig. Tú hevur mist tað dýrabærasta, tú átti. Tit hava verið gjøgnum so nógv saman báðar. Tú var tann sterki kletturin, ið Beinta hevði at styðja seg at, tá harðast stóð á. Má Gud vera hjá tær og troysta og styrkja teg í tíni stóru sorg góða.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um vinkonu mína Beintu Bærendsen Strøm.
Góða Elskaða Beinta, takk fyri alt.
???????
Jónleyg