Tað er ikki bert hjá teimum nærmastu, partaeigarunum, at tíðindini um eigaraskiftið hjá Dimmalætting kendist við sorgblídni.
Í meira enn eina øld hava fólk havt eina støðu til Dimmalætting. Hon var blaðið, sum fólk antin ”elskaðu” ella sum sum tey ”elskaðu at hata”. Tó ikki meira, enn at hetta skiftið eisini hjá hesum seinnu er ein løgin kensla. Tí uttan mun til, hvat ein helt um Dimmalætting, so varð hon lisin og diskuterað.
Fekk langt lív
Tað vóru royndir at geva eitt blað út í Føroyum áðrenn Dimmalætting, nevniliga Færingetidende. Av teimum mongu bløðunum, sum síðan eru komin út er bert Sosialurin til í dag, men hann byrjaði nærum 50 ár seinni.
Dimmalætting sá dagsins ljós í 1877, og tað var V.U. Hammershaimb, sum kom við uppskotinum um hetta ódeyðiliga navnið.
Høvuðsstuðlarnir hjá Færø Amtstidendes Trykkeri, sum gav Dimmalætting út, vóru donsku embætismenninir og borgarar í Havn. Millum hesar var eisini Jens Olsen, keypmaður í Havn, sum seinni gjørdist stuðul av Føringafelagið og Føringatíðini. Hann var annars versonur gamla sýslumannin H.C. Müller.
Ein annar stuðul var Enok Bærentnsen, pápi fyrsta og einasta føroyingin, sum gjørdist amtmaður.
Upplagið var ikki tað stóra. Heilt fram til aldarskiftið lá tað um 3-500. Tað var ikki fyrr enn í 1920, at tað kom uppá 1.200. Men tá fór at ganga skjótt.
Dimmalætting var frá byrjan av eitt konservativt blað, sum í donskum politikki stuðlaði stjórnini og sum ikki prentaði tilfar, sum kundi føra til rumbul.
Longu í 1879 gjørdist Dimmalætting lýsingarblað. Hóast kunngerðirnar ikki góvu pengar, hjálpti hetta til at styrkja støðuna hjá blaðnum millum lesararnar. Hesa støðu hevði blaðið í meira enn 100 ár, tá ið vit fingu alment lýsingarblað. Hetta førdi eisini við sær, at meðan øll fyrr lósu almennu kunngerðirnar, eru tey nú bert nøkur fá.
Føroyskir og danskir blaðstjórar
Fyrsti blaðstjórin á Dimmalætting var løgfrøðingurin Lütje Lützen f. 1848. Hann var somur Evu og A.C. Lützen, sum var tann fyrsti Lützen í Føroyum. Hann arbeiddi hjá sorinskrivaranum, men flutti seinni til Korsør.
Longu i 1880 tók Oliver P. Effersøe við. Hann var sonur fyrsta Effersøe í Føroyum, Jón. Hann var millum annað við í krígnum móti Týsklandi í 1864, sum tað hevur verið greitt frá í røðini Hendur ið Sleptu.
Ein blaðstjóri, sum kom at hava stóran týdning fyri blaðið var Rasmus Effersøe. Hann stuðlaði áhuganum fyri føroyskari mentan og máli. Aðrir blaðstjórar fram til Samuelsentíðina vóru: Louis Berg, H.C. Petersen, giftur við Elsu Petersen, fotografi, Jacob Johansen, Emil Bruun, Enok D. Bærentsen, Søren Muller, langabbi blaðstjóran á Sosialinum, Christian Heilskov, Oluf Skaalum og Poul Niclassen. Fleiri av teimum fyrru vóru danir í Føroyum.
Poul Niclassen man hava verið tann mest kendi frá teirri tíðini. Hann var blaðstjóri frá 1918-1936. Í hansara tíð vóru stór tøknilig framstig gjørd á prentsmiðjuni, samstundis sum tíðindatænstan batnaði munandi. Hóast hann var sambandsmaður var Poul sera tollyntur móti øðrvísi hugsandi. Hann varð enntá lagdur undir at vera sjálvstýrismaður í sambandshami.
Andrass tryggjaði sær Dimmalætting
Í 1888 byrja tjóðskaparligar rembingar í Føroyum, og tá fara fólk at taka partí fyri og ímóti.
Hetta kemur rættuliga til sjóndar í 1901, tá ið Tingakrossur byrjaði at koma út við tí víðgongda og frílynta Kristin í Geil sum blaðstjóra.
Tá kom at síggjast, hvør munur kundi vera á bløðum. Ein kann næstan siga, at Dimmalætting og Tingakrossur livdu av ”at spilla hvørt annað út.” Hetta er kanska nakað nógv tikið til, men tónin millum bløðini var sera skarpur.
Um hesa tíðina fingu vit eisini floksbýtið, og hvørt av bløðunum fóru í sín part.
Andrass Samuelsen, formaður í Sambandsflokkinum, vildi tryggja sær, at Dimmalætting framvegis skuldi vera málgagn fyri flokkin.
Tað vóru nógvir partaeigarar í felagnum, sum gav Dimmalætting út. Andrass vildi tí tryggja sær meirilutan av partapeninginum. Hann fór at keypa aðrar partaeigarar út, so hann kom eiga 51% av partapeninginum og harvið ræðið á Dimmalætting.
Tann fyrsti Samuelsen á Dimmalætting
Hetta sást skjótt aftur á Dimmalæting við Georg Lindenskov Samuelsen, sum var sonur Andrass og konu hansara Beatu, sum var dóttir Margrethu og Georg Lindenskov í Havn.
Georg var føddur fyri júst 100 árum síðan tann 8. januar 1910. Hann hevur verið nakað vesaligur sum nýføðingur, tí hann varð heimadoyptur. Hetta varð vanliga gjørt við børn, sum vóru í lívsvanda. Hetta kundi gerast uttan prest, bert tann sum doypti sjálvur var doyptur og trý vitni vóru til staðar.
Men Georg kom seg skjótt. Hann verður so ”ordiliga” doyptur í Havnar kirkju, tá ið hann var eitt ár gamal. Ein gubbi hansara var tann blaðungi Guttorm R. Joensen, sonur Amaliu f. Müller og Grønlands Johan.
Her vóru nógvir góðir gestir. Ein av teimum var skyldmaður Georg, Poli í Dal, sum árið eftir gekk burtur við Oliviu. Hann var í barsil, hóast hann var oddamaður í teirri tá uppá seg nýggju brøðrasamkomuni.
14 ára gamal fer Georg á Dimmalætting at læra til prentara. Tá vóru aðrar greiðir enn nú. Tað hevur verið sagt, at eitt tað fyrsta jobbið hjá Georg var at vinda kastið til pressuna, sum tá gekk við handamegi. Blaðið var fýra síður og mátti koyrast tvær ferðir gjøgnum pressuna.
Men í 1936 verður Georg blaðstjóri, bert 26 ára gamal. Hetta arbeiðið hevði hann í fram til 1981, ella 45 ár. Hann mundi eisini aftaná tað taka eina hond í. Tískil kom hann at uppliva alla menning í prentlistini sum hevur verið. Ikki minst kollveltandu var broytingin hann upplivdi vera við seting. Fyrst Georg mintist varð hvør bókstavur settur við hond, og skuldi hann leggast aftur í sama pláss, tá liðugt var at prenta. Seinni fingust setimaskinur, og nú er einki sum eitur setari longur.
Hvørt ark skuldi leggjast í pressuna við hond. Síðan skuldu blaðið falsast. Nú hendir alt hetta automatiskt.
Georg mundi ongantíð gevast at skriva í sínum hugaheimi. Eg hitti hann einaferð langt eftir, at hann var givin við øllum og segði við hann: ”Ja, nú er liðugt við at skriva!” Hann hyggur uppá meg og sigur: ”So, tú er givin!”
Mátti velja millum pápan og flokkin
Georg livdi fult út upp til setningin hjá pápanum at varðveita
Dimmalætting sum eitt sambandsblað.
Men hann kom eisini í ta støðu, at hann máttu velja millum at vera trúgvur móti sambandsflokkinum ella pápanum.
Soleiðis var við landsstýrinum sum sat 1951-58. Tá hendi jú tað, at sambandsflokkurin tók Andrass, sum tó tá var farin úr tinginum, av ræði og fór í samgongu við fólkaflokkinum, fremsta ”fíggindan” hjá sambandsflokkinum í nógv ár, ikki minst undir krígnum.
Hesa tíðina var Dimmalætting í andstøðu til landsstýrið. Í Sosialinum stóð í gjár, at Eiler Jacbsen hevði keypt Dimmalætting. Eiler hevur verið valevni hjá fólkaflokkinum. So um nakar vendir sær í grøvini í dag, so kundi tað verið Andrass Samuelsen!
Her kann til stuttleika eisini nevnast, at Georg fekk eina ferð í boði at gerast riddari av Dannebrog. Men hann sýtti at taka ímóti hesum heiðuri. Tann krossur, sum hvør fólkafloksloysingarmaður gekk og breiddi seg við, skuldi í hvussu er ikki á hansara bringu!
Men undir klaksvíksstríðnum fyrst í 1950-unum, tá stuðlaði Dimmalætting landsstýrinum og donsku stjórini móti 95% av klaksvíkingum. Tá var sagt, at klaksvíkingar lósu ikki Dimmalætting hesa tíðina uttan tað var í vøttum!
Sosialt tilvitaður
Georg kundi tykjast at vera sera konservativur, men hann var sera sosialt tilvitaður. Hann var vist tann fyrsti sum yvirhøvur kom við uppskoti um eina arbeiðsloysisskipan.
Dimmalætting var í Georgsa tíð tað avgjørt mest dominerandi blaðið í Føroyum, og eisini tað einasta, sum líktist einum tíðindablaði. Blaðið kom snøgt sagt í hvørt hús í landinum við einum upplagi upp til 13.000.
Men Georg legði tó dent á, at øll sjónarmið skuldu fáa innivist í blaðnum. Tískil vóru eisini øll lesarabrøv hýst. Tey vóru eisini lisin.
Bróðursynirnir fylgdu eftir
Men Georg var ikki einsamallur Samuelsen á Dimmalætting. Hann átti trý systkin. Steingrim gjørdist sýslumaður í Fuglafirði eftir pápan. Systirin Margretha giftist ikki. Trygvi var kendur sum sakførari og sambandspolitikkari. Steingrim doyði í góðum árum og Margretha kom at arbeiða á sýsluskrivstovuni
Steingrim og Rakul Malena f. Midjord áttu 12 børn, 2 døtur og 10 synir. Av teimum fóru teir seks at arbeiða á Dimmalætting sum prentarar.
Tað hevur í skemti verið tikið til, at beiggjarnir vórðu sendir til Havna í læru á Dimmalætting beint eftir, teir fyltu 14 ár. Teir møttu til arbeiðis hvønn morgun kl.8, og teir fóru til hús, tá ið teir vóru 67 ár.
Nú er so bert ein av brøðrunum eftir á Dimmalætting og tað er Aage, sum í august hevði arbeitt ikki minni enn 50 ár á Dimmalætting.
Hinir brøðurnir á Dimmalætting vóru Benny, Flemming, Herbert, Torleif og Hugo. Teir sum ikki fóru á Dimmalætting vóru Eilif, Jákup (Jov), Gunnar og Stanley. Systrarnar vóru Vilborg og Randi.
Benny gjørdist blaðstjóri
Í 1970 kom Benny at skriva fyri Dimmalætting saman við Georg. Hann hevði ein serligan førleika til hetta arbeiði sum setari. Setarar dugdu ofta væl at at skriva føroyskt, tí ofta máttu teir rætta í tekstinum, so hvørt teir settu, og tí gjørdist málið so gott.
Tað var tí eisini náttúrligt, at Benny gjørdist blaðstjóri á Dimmalætting í 1981, tá ið pápabeiggin Georg legði frá sær. Hetta starv hevði hann fram til 1995, tá ið hann fór frá fyri aldur.
Benny dugdi væl at skriva. Men hann gjørdi sær eisini ómak fyri at eingin feilur var í tekstinum, og børnini minnast, hvussu hann altíð tók sær tíð til at fara aftur umaftur, áðrenn blaðið varð prentað at tryggja sær móti setifeilum.
Flemming var leiðari á prentsmiðjuni í mong ár. Hann var var eisini kendur sum táttayrkjari og sangari. Tað mundi vera hann sum stóð fyri tí fasta Óla Onghamar táttinum, sum var fastur í Dimmalætting í mong ár.
Herbert fekk eina harða lagnu
Sjálvur kom eg serliga væl at kenna Herbert, sum var giftur við eini grannakonu úr Norðragøtu, Gunnvør á Geilabø.
Tey fingu tveir synir Kenneth og Leif Magni, so grundarlag var rættuliga fyri eina eydnusama tilveru.
Men tey fingu annað at síggja. Fyrst í 80-unum fekk Gunnvør blóðkrabba. Viðgerðin fyri hesa sjúku er alt annað enn løtt. Men Gunnvør hevði lívsviljan, sum skuldi til fyri at hóra undan. Men tað skuldu nógvar ferðir á Ríkissjúkrahúsið og Hotel Tórshavn hjá teimum báðum gjøgnum fleiri ár, áðrenn Gunnvør kom fyri seg aftur. Mitt í viðgerðini doyði Leif Magni av eini vanlukku, og tað kundi illa henda nakað verri enn hetta. Gunnvør var nevniliga so sjúk tá, at hon kundi ikki fara heima at fylgja. Men Gunnvør kom fyri seg, og nú kundu tey bæði síggja fram til eina góða tilveru saman.
Men nøkur ár seinni hendi tað ófatuliga, at nú var tað Herbert, sum fær deyðiliga sjúku. So nú var tað Gunnvør, sum má fara til Danmarkar við Herbert til viðgerðar. Men tað gekk bert eitt ár, so var hansara fjørður rógvin í 1995. Hetta kom at merkja, at tey bæði gjørdust mestsum húsfólk á Hotel Tórshavn í fleiri ár, har tey blivu vird av øllum fyri sínum trúfesti móti hvørjum øðrum.
Í 1991 hendir so tað, at Gunnvør knappliga doyr í besta aldri.
Eitt tíðarskeið farið
Aftaná Benny Samuelsen hava tað verið skiftandi blaðstjórar av Samuelsen-ættini og nú seinast við einum uttanfyri ættina.
Men kanska var teirra tíð farin. Upprunaliga uppgávan at verja sambandspolitikk var farin í søguna. Sambandspolitikkur er heldur ikki tað, hann hevur verið. Tað er heldur ikki tann munur á flokkunum, sum tað hevur verið.
Nú skulu øll bløð vera óheft, og tað kann vera ringt at síggja nakra linju hjá teimum ella nakran mun á teirra hugburði. Hetta kann vera ein saknur í mun til tíðina, tá ið ein visti hvat eitt blað stóð fyri, og so kundi støða takast út frá tí.
Men tað er eingin ivi um, at Dimmalætting hevur verið ein týðandi partur av føroyska samleikanum. Hetta hevur ikki minst verið galdandi í Samuelsentíðini, serliga hjá Georg og Benny.
Tí verður tað ikki tað sama aftur.
Keldur: Arnbjørn Ó. Dalsgarð: Føroysk blaðsøga, FF-blaðið