Til minnis um Jógvan Norðbúð

Jógvan Norðbúð er nú farin bert 58 ára gamal. Hóast tú visti, hvør støðan var og hvønn vegin tað bar, tá hugsað verður um, ta herviligu sjúku, hann bardist við, so komu deyðsboðini kortini henda vakra sunnumorgunin 7. mai tær dátt við. Mær untist at arbeiða saman við Jógvani á Reiðarafelagnum tey seinastu átta árini, eftir hann varð settur í starv hjá Føroya Reiðarafelag á vári 1998.

<W:WRAP 1998.<BR vári á Reiðarafelag Føroya hjá starv í settur varð hann eftir árini, átta seinastu tey Reiðarafelagnum Jógvani við saman arbeiða at untist Mær við. dátt tær mai 7. sunnumorgunin vakra henda kortini deyðsboðini komu so við, bardist sjúku, herviligu ta um, verður hugsað tá bar, tað vegin hvønn og var støðan hvør visti, tú Hóast type='&quot;square&quot;$?$end$!$</w:wrap$?$end$!$'>Tað varð okkum í nevndini í felagnum skjótt greitt, hvør fongur var í Jógvani. Hann var nærlagdur í sínum arbeiði sum skrivari hjá felagnum og var sera dugnaligur. Sum tann royndi maður hann var, hevði hann serligt innlit í alt, sum fyrifórst innan fiskivinnuna, og tá ið samráðast skuldi við manningarfeløgini, gjørdist hansari holli kunnleiki og dugnaskapur í talviðgerð og á annan hátt ein av hornasteinunum í samskiftinum við mótpartin, og var hann sostatt við til at skapa loysnir. Jógvan hevði mong álitisstørv, har hann umboðaði vinnuna í fleiri arbeiðsbólkum, eitt nú Praktiskar fiskiroyndir og arbeiðsbólki til nýggja eftirlønarskipan. Hann varð eisini valdur í nevndina fyri Fasta Gerðarrættin.
 
Jógvan hevur verið ein rættiligur profilur innan ítróttarheimin. Hann hevur verið við til at lagt lunnar undir eitt fyrimyndarligt ungdómsarbeiði í KÌ í hansara heimstaði Klaksvík.  Hann hevur verið knýttur at fleiri av teimum føroysku fótbóltsfeløgunum og hevur eisini havt sín leiklut í føroyskari landsliðsvenjing. Hansara mynduleiki og bersøgni vóru væl kend á hesum øki, og hevði hann serligar gávur at eggja sínum spælarum og halda teimum til í leiki.
 
Jógvan var ógvuliga gávuríkur á tónlistaliga økinum. Mest kendur er hann frá Nicodemus Bólkinum í sjeyti árunum. Hann markeraði seg rættiliga við síni væl ljómandi bass-rødd og serliga fríska sangstíli. Hann var við til at lyfta bólkin á eitt tónlistaligt støði, sum hevur rós uppiborið. Eisini var hann tey seinastu árini við í Ebenezerkórinum og eitt skifti við kórinum Aurora Borealis, í báðum førum brúktur sum solistur. Jógvan hevði eina bassrødd sum fáur, hann hevði oyra fyri teim ymisku genrunum og meistraði at brúka røddina bæði í klassiskum sum rytmiskum høpi. Nú til tað allar seinasta hoyrdist hann javnan í bólki saman við vinmonnum.
 
At Jógvan hevði stóra viðring millum manna, og at hann var væl umtólktur, sást á skaranum, ið saman var komin til hansara jarðarferð frá Ebenezer. Sigast kann, at hann fekk eina virðiliga jarðarferð, har kórsangurin ljómaði vakurt frá Ebenezerkórinum. Sjálvur hevði Jógvan verið við í hesum kóri tey seinastu mongu árini, hansara áhugi og nærlagni var eisini sjónligt á hesum øki. Dupultkvartettin lívgaði eisini um hesa løtuna við vøkrum songi.
 
Vit á Føroya Reiðarafelag drýpa høvur og venda okkum til tín Elin og tykkum børnini Poula, Elsa, John og Júst í  stóru sorg tykkara. Vit hava tykkum øll í okkara huga og vilja lýsa frið yvir minnið um mann tín og pápa tykkar Jógvan Heinrik Norðbúð við hesum orðunum úr sálmi, sum var honum so kærur, og sum hann heilt kundi taka undir við:
 
Í Jesu navni sigi eg
tær tøkk, Guð faðir mín,
at tú av náði leiddi meg
á rætta leið til tín.
 
Føroya Reiðarafelag


Jákup Sólstein, formaður