Til minnis um mín elskaða beiggja Bjarna Berg

Eg má skriva tað eg kenni, tað er eitt kall. Eg føli meg so ríka, at kunna siga alt tað, sum Bjarni hevur givið mær ígjøgnum lívið, og serstakliga hesa síðstu tíðina.

 

Eg veit hann var tryggur í trúnni, og hann var ikki bangin fyri at fara haðani; - tað kommunikeraðu vit ofta um.

 

 Eg var so heppin at verða hjá honum, tá ið hann roykti tað seinastu sigarettina,-  hann orkaði bara eina hálva. Eg gav honum ta seinastu máltíðina og eg var hjá honum til hansara seinasta andadrátt.

 

Eg vil citera nakað sum eg læs ta náttina, hann andaðist : “ Det er et stort privilegium og en hellig gerning, som vidne og ledsager, at være til stede ved et menneskes død. “

 

Eg havi flutt meg yvur øll mørk hesa síðstu tíðina, og tað var vilji Bjarna´sar. Hann vildi altíð tað besta fyri okkum øll, og gloymdi ofta seg sjálvan.

 

Ærað verið minni hansara !

 

Við stórari virðing fyri mínum elskaða beiggja, Bjarna.

 

Systur tín, Ann Mari.