Til minnis um Margrethu hjá Hjalmari

Eldri ein gerst, tess oftari frættist um góðar vinir sum fara. Margretha var ein av teimum. Hon var ein býarmynd í Havn. Víst er tað nakað síðani, at vit hittust, men tað kundi vera av tilvild.

Men hendan dagin hoyrist andlátið av Margrethu í útvarpinum. Og kundi tað veruliga passa, at hon var 85 ár? Hon sum altíð virkaði so røsk og ung í sinni. Jú, hon hevði fingið eitt strik á ólavsøku og kom ikki fyri seg aftur.

Margretha hevur eitt serligt pláss í mínum minni, og hetta gongur meira enn 50 ár aftur í tíðini.

Mamma mín, Lisa hjá Pola í Havn, arbeiddi í sínum ungu døgum í bókahandlinm hjá Hjalmari. Her kom mamma eisini at kenna Margrethu, sum var 11 ár yngri, og tær gjørdust væl longu tá. Mamma fór niður til Danmarkar í 1938, giftist, fekk børn og flutti til Gøtu í 1950.

Men hóast hesa longu fráveru var hon ikki gloymd av teimum hjá Hjalmari. Hetta kom eg eisini at merkja. Einaferð eg kom til Havnar, kom eg inn í bókhandilin hjá Hjalmari, helst saman við mammu. Hetta var í 1955, beint tá ið 150 ár vóru liðin, síðan H. C. Andersen var føddur. Tað var nógv gjørt burtur úr hesum og millum annað vóru gjørdir pennar við figurum av persónum í ævintýrunum, sum vóru fest í endanum á pennunum. Hetta var ein tíð, tá ið børn ikki vóru so forvand sum í dag, og ráð vóru ikki til at nýta pening til ”fjas”. Men Margretha forerdi mær ein slíkan penn, sum tey høvdu til sølu. Kanska hevur Margretha ikki hugsað so nógv um tað, men fyri hendan bygdadrongin var hetta ein gáva, sum var nógv meira verd enn nakað, og hetta minnist eg framvegis Margrethu so langa tíð aftaná. Men hetta var eisini eyðkent fyri lyndið á Margrethu, og tí vóru so nógv góð við hana.

Pápi Margrethu var Hjalmar Jacobsen, Hjalmar hjá Bøkjaranum, føddur í 1889. Ein beiggi var M. A. Jacobsen, sum millum annað er kendur frá teirri heiðursløn, sum ber hansara navn. Hjalmar fór ungur niður at læra til bókabindara, og har hitti hann Elspu Mariu, sum var úr bygdini Elmelund suðuri á Sjællandi. Elmelund gjørdist eisini millumnavn hjá Margrethu.

Tey giftast og koma aftur til Føroyar. Hjalmar byrjar bókabindarí í 1911 á Húsagarði. Í 1918 flytir hann niðan í Niels Finsensgøtu, og hann opnar bókahandil her sama dag sum H. N. Jacobsens bókahandil opnaði í gamla realskúla á Vaglinum.

Í 1927 verður bókhandilin hjá Hjalmari fluttur hagar, sum hann er nú. Tað vil siga, at einaferð varð hann fluttur nakrar metrar. Hann lá í vegin, tá ið Bøkjarabrekka varð gjørd, og tá varð húsið flutt eitt hanagleiv hagar, tað er nú.

Her er talan um nærum eina øld, at Hjalmar Jacobsens Bókahandil hevur verið ein partur av handilslívinum í Havn. Kann nevna, at eg sat saman við Halgir W Poulsen til jarðarferðina. Hann minnist, tá ið hann sum drongur saman við pápanum plagdi at koma úr Skopun til Havnar. Ein fastur táttur í vitjanini var at fara inn til Hjalmar Jacobsen. Bert tað at kunna ganga runt í handlinum og hyggja at bókum var ein heilur ævintýrheimur hjá honum, og mong onnur munnu hava havt tað á sama hátt.

Hjalmar og Elspa Maria fingu ikki fleiri børn enn Margrethu. Men sum stór smágenta fær hon eina fostursystir. Hetta er Ingibjørg, systkinabarn hennara. Pápi hennara Zakaris var beiggi Hjalmar. Mamman, Inga, var deyð, og tí kom Ingibjørg at vera hjá teimum. Tað man vera sjáldan, at nakar hevur sæð so góðar systrar, sum tær báðar. Tær arbeiddu saman, og sást onnur teirra í býnum sást hin eisini.

Margretha giftist við Mortan Petersen, sum var úr Froðba. Hann var handverkari og maskinmeistari, og hann var nógv ár pedellur í kommunuskúlanum.

Tey fingu fýra børn, og nú passaði Margretha bæði børn og handil. Hon helt fast um tað gamla. Døgurðin var kl 12, og hevði onkur ørindi í handlinum, so máttu tey koma uppá, har Margretha búði vi familju. Men hetta var ikki nakar trupulleiki, og hon rann ímillum. Hjalmar doyði í 1950, og tá yvirtók Margretha handilin.

Ein gamal granni er Bjarki Ziska. Hann minnist millum annað, at tað vóru heilt serligir dagar, tá ið ferðamannaskipini komu úr Danmark. Tá komu jú vikubløðini. Teir dagarnar var opið út á kvøldið, so fólk kundu fáa bløðini, so skjótt tey komu í land. Hesar dagar var stórur trafikkur í grannalagnum.

Bjarki minnist tey sum sera góðar grannar og eisini fyri teirra umhugsan. Pápi Bjarka, Marius, doyði tá ið Bjarki var 14 ár. Men tá ið Mortan var á útróðri var altíð eitt kók lagt av til tey hjá Marius.

Trúfesti vísti seg eisini við, at Margretha gekk til hvønn føðingardag og aðrar merkisdagar hjá teimum.

Tey ferðaðust nógv, eisini tá ið tað ikki var so vanligt. Margretha og Mortan vóru fleiri ferðir í Ísrael. Mortan fekk nýrasjúku og mátti hava dialysuviðgerð fleiri ferðir um vikuna, og hana kundi hann ikki fáa í Føroyum. Tískil komu tey at búgva á Hotel Tórshavn í 2½ ár. Her kom hennara lætta lyndi eisini til sjóndar. Á hotellinum vóru nógv illa fyri, men Margretha lýsti upp millum hini, sum búðu har, og hon hjálpti teimum, hon var saman við. Sum nevnt var í kirkjuni var ein liður í hesum at hjálpa fólki at finna oman í Daells Varehus, har føroyingar annars kendu seg sum heima!

Margretha og tey fóru í holt við eitt átak, so tað kundi gerast møguligt at dialysusjúklingar kundu viðgerast í Føroyum.

Hetta eydnaðist. Tey komu aftur til Føroyar, her Mortan fekk eini tvey ár, áðrenn hann doyði í 1995.

Margretha var framvegis virkin, og hon kom at ganga nógv í Tilhaldið, sum gjørdist sum eitt annað heim hjá henni. Javnan sást hon í býnum, og hvørja ferð fingu vit eitt prát, bæði um gamlar dagar og um aktuel evni. Margretha var sera vitandi, og hon hevði sannliga eisini sínar meiningar.

Sum sagt átti Margretha fýra børn. Tvær døtur búgva í Danmark. Michala er gift við Jørn, og tey eiga eitt barn. Brynhild og Ib eiga eisini eitt barn. Elsa Maria er gift við Hans Martin úr Kvívík, og tey eiga fýra børn. Hjalmar, sum nú rekur bókahandilin, er giftur við Tinnu úr Skopun, og tey eiga trý børn.

Margretha var ein persónligheit, sum mong fara at minnast við takksemi.

 

ó.