Til minnis um Sámal í Homrum

Tað var eini løgnari kenslu, eg sat við, eftir at hava fingið boð frá Boga, guðsoninum, um telefonina, at pápi hansara, Sámal var deyður.
Eg hevði vitjað Sámal nakrar ferðir meðan hann lá illa sjúkur. Fyrstu ferð hevði hann - og eg eisini - eina vón um, at deyðin fór at tapa í stríðinum eina rúma tíð afturat, men so skuldi ikki verða; deyðin hevði fingið fasta­tøkur og vildi ikki sleppa.
Meðan Sámal enn var klárur, tos­aðu vit um gamlar dagar. Tað var so, at vit sigldu saman við Sjøvik - einum norskum línubáti. Har vóru vit saman í 4 1/2 ár og høvdu kamar saman mestsum alla tíðina - hann undir­koyggju og eg yvirkoyggju. Hetta var frá 1965-69 - vit vóru tá ávíkavist 17 og 18 ára gamlir. Eg minnist serliga, hvussu hann royndi at troysta meg, tá ið eg fekk telegram um, at pápi var deyður.
Eftir at hava verið við Sjøvik í 4 1/2 ár, fór eg við Ramoen og Sámal fór niður á sjómansskúla í Svendborg. Afturkomin av sjómansskúla fór hann við Dagny Kristin, men tá vit vóru heima vóru vit mangan saman, so ein dag sigur Sámal við meg, at hann fór á stýrimansskúla. Eg hevði aldrin droymt um nakað slíkt, so eg fór at hugsa um hetta og endin varð tann, at vit báðir byrjaðu í skúlanum um heysti í 1971 og gingu vit har í sama flokki alla tíðina til 1974, tá vit báður høvdu tikið skipsføraraprógv. Tað varð sostatt Sámal, sum gjørdi, at eg fór aftur í skúla. Hetta vóru trý strævin ár, tí vit høvdu bert barna­skúlan; ávíkavist í Hósvík og Kollafjørð. Vit hjálptust allan vegin; tað var serliga matematikkin, sum voldi høvuðbrýggj.
Eftir lokna skúlatíð fóru vit báðir út at sigla við sama reiðaríi, men vit komu so ongantíð aftur at sigla saman. Reiðaríið fór í tveir partar, hann var í øðrum og eg í hinum. Sámal var har í nøkur ár, men so fór hann at royna aðrar leiðir, hann sigldi sum skipari við sandbátum í Føroyum, Grønlandi, ja enntá Ísrael, til hann í 1993 ella 94 fór til Ap Møller har hann hevur siglt, fyrst sum 1. stýrmaður og síðan sum yvirstýrimaður til hann nú fyrst í árinum kom heim fyri seinastu ferð.
Sámal giftist við Onnu Katrinu í 1971 og fingu tey 4 børn, Bogi og Heiti, Sonni og Rúni. Anna Katrina, sum er úr Hósvík, kenni eg sera væl, og havi altíð hildið nógv av henni, líka frá skúlaárunum av, og eg forsvaraði hana altíð, um nakar gjørdi henni ónáðir. Og hetta gjørdi, at samanhaldi okkara millum, varð kanska betur. Hesi síðstu árini, hevur sambandið ikki verið so nógv sum fyrr, men tó nakað.
Sámal var stillførur maður, men sera skemtiligur uppá ein serligan máta, sum bara hann kundi, og høvdu vit mangar stuttligar løtur saman. Men tað vóru eisini álvarsløtur. Eg komi í tankar um eina ferð við Sjøvik, har vit settu við ein lorinsvind. Sámal og eg vóru á dekkinum, tá vit fingu ein ógvuliga stóran sjógv, og hon legði seg á liðina. Vit lupu báðir framm undir bakkan, og fingu fatur í eina stúttu, har vit neyðhildu okkum í. Til hon langt um leingi, reistist aftur.
Eg fari at minnast Sámal sum ein góðan vin. Og eg veit, at hann eisini var ein góður maður, pápi og abbi. Harrin styrki tykkum, Anna Katrina og børn, tað verður sagt, at tíðin lekir øll sár, men arrini tey standa eftir.
Her á myndini er Sámal enn ungur og enn á sýnini, nú er hann farin hand­an sýn.

Ein sælur friður um andlitsbrá
seinastu ferð eg Sámal sá
hann var klárur til at fara
heim til stóra hvíta skara

Sólin kom upp og stavar í eystri
ein illgruna hevði eg um,
at sorgin kom
áðrenn hon setur í vestri

So fylkjast vit mannsbørn á fold
um tey, sum vit leggja í mold
við vón um tey aftur at sjá
tá vit fara hiðani frá.

Óli