Til næmingar á Glasi: Bárður er trupulleikin. Ikki Jenis

 

 

Næmingar á Glasi savna undirskriftir fyri, at Jenis av Rana ikki skal sleppa á valfund á skúlanum orsakað av tí, hann segði í gjár.

 

Eg skilji væl, at næmingarnir eru harmir um, at Jenis hevur sett Føroyar í ringt ljós. Tá uttanríkisráðharrin tosar sum hann gjørdi, málar hann eina mynd av, at allar Føroyar hava somu fordómar sum hann. Og tað líkist sjálvandi ongum.

 

Men loysnin er ikki “cancel culture”. Loysning er ikki at forða fyri, at Jenis sleppur á ein valfund!

 

Hetta er eitt frítt land við fullum talufrælsi. Her skulu allar meiningar kunna brótast. Her skal alt kunna koma fram í ljósið. Her skulu øll kunna svara fyri seg. Her skulu tey bestu argumentini vinna í opnum orðaskifti. Tað er sjálv hugsanin við okkara frælsi.

 

So latið Jenis sleppa framat mikrofonini. Setið honum spurningar. Latið hann svara fyri seg.

 

 

 

Skeiv adressa

 

Og havið so eitt huga:

 

Mann kann siga nógv um Jenis, men hann hevur aldrin dult, hvørjum hann stendur fyri. Og hann hevur aldrin tagt sínar meiningar burtur. Hann hevur tvørturímóti sagt, at tað fer hann aldrin at gera.

 

Tað vóru Fólka- og Sambandsflokkurin sum góvu Jenisi tað starv, hann hevur.

 

Tað vóru hesir fokkar, sum gjørdu av, at maðurin, sum skuldi umsita alt virðisøkið í føroyskum politikki – skúla, undirvísing, kirkju og mentan – skuldi vera Jenis av Rana.

 

Hesir flokkar gjørdu av, at maðurin, sum skuldi umsita uttanríkismál, og harvið vera andlit Føroya úteftir, skuldi vera Jenis av Rana.

 

Tað var formaður Sambandsfloksins, Bárður Nielsen, sum setti henda mann í starv í landsstýrinum. Og hann var 100% greiður um, hvat tað var, hann fekk. Hann bað um tað. Tí tá tað snýr seg um Jenis, er eingin ivi. Og Bárður hevur fingið júst tað, hann bað um.

 

Hetta er eitt frítt land. Jenis hevur fullan rætt til at meina tað, sum hann meinar. Og at siga tað. Og tað ger hann. Aftur og aftur.

 

Men tað var Sambandsflokkurin sum valdi, at hesar meiningar skuldu fáa ræði á øllum virðispolitikkinum í Føroyum.

 

At løgmaður nú tá tað er val og fólk eru ill, tekur frástøðu frá tí, Jenis hevur sagt, er ógvuliga ullint. Tí Jenis hevur sagt mangt slíkt. Løgmaður visti væl, hvørjum hann stóð fyri, tá hann setti hann í starv. Og við at gera tað, gav løgmaður Jenisi eina so stóra megafon, sum hann aldrin hevur havt áður.

 

So góðu næmingar: Tað er móti Sambandsflokkinum, tit skulu venda tykkara kanónum.