Til reiðar til íløgur fyri 1,4 milliard

Nú svørt tøl aftur eru á botnlinjuni er SEV til reiðar at fremja tær risa útbyggingar, sum eru neyðugar næstu árini, sigur Jákup Suni Lauritsen

Nú svørt tøl aftur eru á botnlinjuni er SEV til reiðar at fremja tær risa útbyggingar, sum eru neyðugar næstu árini, sigur Jákup Suni Lauritsen. Nevndarformaðurin í SEV fegnast um, at orkufelagsskapurin eftir fleiri ár við blóðreyðum tølum aftur hevur yvirskot á rakstrinum.

 

- Tað er neyðugt fyri SEV, at raksturin hongur saman, tí sera stórar íløgur standa fyri framman, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Aðalfundurin hjá SEV góðkendi í dag roknskapin fyri 2013, ið vísir eitt yvirskot á 11,9 milliónir krónur. Og orkufelagsskapurin roknar við yvirskoti á 3,1 milliónir krónur í ár.

 

Les eisini: SEV hevur aftur yvirskot

Les eisini: Oljan drenar pengakassan hjá SEV

 

Inntøkan hjá SEV var 385 milliónir krónur í fjør. Felagsskapurin skyldar longu meira enn 500 milliónir, og næstu stívliga fýra árini skal SEV gera íløgur fyri 1,4 milliard krónur, og stórt sæð alt skal fíggjast við lántøku.

 

Stórsta, einstaka íløgan hjá SEV verður at byggja eitt nýtt orkuverk á Sundi, ið kemur at kosta onkustaðni millum 600 og 700 milliónir krónur. Eisini skal orkuverkið í Vági byggjast út fyri umleið 95 milliónir krónur. Stóru, vinnuligu útbyggingarnar hjá Bakkafrost á Glyvrum og Pelagos í Fuglafirði krevja eisini nógv av elkervinum hjá SEV. Orkufelagsskapurin skal víðka kapasitetin í báðum økjum við nýggjum koplingarstøðum og kaðalføringum. Tilsamans er talan um eina íløgu á umleið 100 milliónir krónur.

 

Bara í ár skal SEV gera íløgur fyri tilsamans 379 milliónir krónur.

 

Nevndarformaðurin í SEV ásannar, at tað kann síggja út sum ein andsøgn, at SEV ger risa stórar íløgur í orkuverk, ið framleiða streym við olju, samstundis sum orkufelagsskapurin roynir at gera seg leysan av dýru oljuni. Í fjør var oljurokningin hjá SEV 168 milliónir krónur.

 

- Jú, tað kann tykjast sum ein andsøgn. Men vit noyðast at hava hava eina trygga skipan, ið við vissu kann veita tann streym ið samfelagið hevur tørv á, alt árið, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Nevndarformaðurin minnir á, at íløgur eisini vera gjørdar í at útbyggja grønu orkuna.

 

- Hesar íløgur gera, at oljurokningin væntandi kemur niður á 125 milliónir krónur í ár, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Brúkarin kann tó ikki vænta sær bíligari streym næstu árini, ásannar Jákup Suni Lauritsen.

 

Hoyr samrøðu við nevndarformannin í SEV við at trýsta á pílin undir myndini.