Til Spania eftir 50 metra hyli

Pál fór mánadagin saman við venjara sínum, Jón Bjarnasyni, til Calella í Spania at venja. Hann skal venja í 50 metra hyli í Spania í umleið ein mánað, fyri síðani at luttaka á altjóða svimjistevnuni ?Open EDF de Natation? í París tann 19. til 21. juni.

Eftir hetta verður farið heim til Føroya í nakrar dagar, áðrenn teir báðir fara fyrst við landsliðnum til Oyggjaleikir á Álandi tann 27. juni til 4. juli, fyri síðani at fara á venjingarlegu í Tallinn í Estlandi saman við teimum sum skulu til evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag og heimsmeistarastevnuna í Rom, og síðani at enda til sjálva heimsmeistarastevnuna, ið er frá 26. juli til 2. august. Altso umleið 69 dagar hjá teimum báðum, harav teir eru heima í einar fimm.

 

Ferðin hjá Pál og Jón er komin í lag við hjálp av stuðlinum til úrvalsítrótt, og er hetta fyrsta ítøkiliga úrslitið av, at Fíggjarnevndin avgjørdi at seta 600.000 krónur av til úrvalítrótt. Av hesum 600.000 krónunum avgjørdi stjórnin í ÍSF av 350.000 krónur skuldi brúkast til Pál Joensen og fyrireikingar hansara.