Til tað verður hungur og hall í hvørjum heimi

-Eg vóni, at partarnir, sum hava henda rætt at samráðast eisini føla tað sum eina skyldu at koma til eina semju. Tríggjar vikur er alt alt ov long tíð at hava sitið bara og bíðað eftir hvørjum øðrum. Handlarnir stongja, og tað verður bara ein spurningur um tíð, til tað er hungur og hall í hvørjum heimi í Føroyum sigur løgmaður, sum eisini skipanina við semingstovni verða avoldaða

VERKFALL


Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur, at vit eiga at læra av hesi og øðrum støðum á arbeiðsmarknaðinum. Vit hava sum er eina avoldaða skipan. Tað vísir m.a. semingslógin, sum er frá 1926. Hana hevur man roynt politiskt at bøtt um men hevur kortini ikki hevur fingið ljóð frá pørtunum til at fremja broytingar.

-Tað er heilt givið, at um vit sum vælferðarsamfelag og ein trúverdugur samfelagspartnari frameftir skulu verða mettur sum ein seriøsur samarbeiðspartnari, so skulu heilt aðrar lóggávur til ? nútímans lóggávur, sum øll onnur Norðurlond fyri langari tíð síðani hava fingið, men sum vit í Føroyum framvegis ikki hava fingið politiska semju um.

-Men hví hava politikarar sum tú og aðrir ikki syrgt fyri at broytt hesa lóggávu, áðrenn tað kom so langt sum til eitt slíkt verkfall?

-Tað er lættari sagt enn gjørt. Tað er einki at ivast í, at tað er altíð ein spurningur um støðurtakanir hjá fakfeløgunum, sum hava rættiliga stóra ávirkan á tað politiska landslagið og sum ger, at man ongantíð hevur funnið eina semju á hasum økinum. Tað er til stóran skaða, og tað síggja vit best nú.

-Men tit hava nú stýrt landinum í nærum fimm ár. Tit høvdu væl kunnað tikið og broytt hetta hesi árini?

-Avgjørt. Men tað hevur bara ikki borið til. Tað var settur ein arbeiðsbólkur við umboðum frá fakfeløgunum oø. og sum arbeiddi við einum lógaruppskoti, men so komu ymsar ósemjur, og alt fór í vaskið. Tú fært ikki eina slíka lóggávu ígjøgnum politiskt, um tú ikki fær partarnar á arbeiðsmarknaðinum við í tað arbeiðið. Men eg haldi, at allur arbeiðsmarknaðurin átti at verið áhugaður fyri, at vit fingu eina lóggávu, har vit fáa stabil viðurskifti á arbeiðsplássunum. Tí tað vera eingi størv til nakran, hava vit ikki stabil arbeiðspláss. Hetta hongur saman.

-Tá nú verkfallið er av við hesum ella hasum avleiðingunum, hvat fer Anfinn Kallsberg tá at fyritaka sær?

-Tað er heilt givið, at hetta við at fáa meira skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, er avgjørt nakað, sum eigur at verða raðfest sera frammaliga.

Heildaratlit
-Metir tú tað vera ein trupulleika, at man hevur eina samgongu og eina andstøðu, sum alt eftir hvørji politiskari støðu man er í, brúkar ella misbrúkar tí aktuellu støðuna fyri at vinna sær atkvøður?

-Tað er ein trupulleiki, at man ikki tekur heildaratlit, tá man skal skapa karmar fyri føroyska vinnu. Tað átti at verið ein felags áhugi fyri allar politiskar flokkar, fyri allar arbeiðsgevarar og fyri allar arbeiðarar og øll verkfólk yvirhøvur at gingið hond í hond fyri at fáa so trygg viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt. Tað er tað vit øll høvdu vunnið av. Tað, sum er trupulleikin við einum verkfalli, er, at tað er eingin vinnari. Tað eru bara taparar, og tí skuldi tað verið áhugamálið hjá okkum øllum at fingið vent hesum, soleiðis at tað bara blivu vinnarar og eingir taparar.

-Kennir man seg ikki hjálparleysan at sita sum løgmaður í slíkari støðu?

-Tað ger man so avgjørt.

-Men fær man einki gjørt við tað?

-Sum politikarar eiga vit at leggja karmarnar, soleiðis at partarnir á arbeiðsmarknaðinum finna út av hesum í felagsskapi, tí tað, sum gagnar øðrum, gagnar eisini hinum. Men trupulleikin er tann, at tað sær út til, at man er ikki komin so langt sum at hava tað felags forstáilsi, ið skal til fyri at draga eina og somu línu. Fyrr enn vit eru komin hartil, eri eg vísur í, at vit fara at fáa afturvendandi verkføll við stórum taparum, har vit øll vera taparar og eingir vinnarar. Og tað er stórt spell.

-Hava arbeiðarafeløgini sett ov høg lønarkrøv?

-Eg fari ikki at døma um tað. Tað vit skulu ansa eftir og syrgja fyri er ikki at spenna bogan soleiðis, at tað, sum tann eini parturin ger, verður ein boomerangur, sum ger, at tað, sum skal vera grundarlagið fyri yvirhøvur at hava eitt arbeiði, fer fyri bakka. Tí er hetta alla tíðina ein spurningur um javnvág. Vit mugu hyggja eftir tí samlaða kappingarførinum hjá samfelagnum í mun til tey vit skulu kappast við. Klára vit ikki tað, so er tað heilt givið, at eftirspurningur ikki verður eftir føroyskum men eftir øðrum vørum, og tað ger so aftur, at vit fáa ikki tann útflutning, sum vit annars høvdu fingið. Og tað kemur aftur at hava við sær, at tað verður minni at býta.

Givið skattalætta
-Hava tit í landsstýrinum ikki eisini sjálvir biðið um hetta, tá tit enn ikki hava megnað at fáa eina pensiónslóggávu, tit hava framt nógvar hækkingar av vanligum brúksvørum, tit hava hækkað sjónvarpsgjald osfr.?

-Vit hava givið heilt markantar skattalættar, sum hevur gjørt, at keypiorkan hjá føroyingum sum heild er munandi batnað tey seinnu árini. Vit kundu sjálvandi gjørt meira við tað. Men tað er so spurningurin, hvat tú fær meiriluta fyri. Tað ræður um at hava eina javnvág, so tú fær eitt størri avkast í tí og til tað føroyska samfelagið. Tað er ein hárfín ballansugongd.

Løgmaður vísir annars aftur kritikkinum um, at skattalættin ikki kemur teimum lægru inntøkunum nóg nógv til góða. -Ger tú upp í % í skattakrónum, so fáa láginntøkurnar munandi meira í lætta enn hátinntøkur. Men vit hava eina progressiva skattaskipan, sum ger, at láginntøkurnar hava væl minni av skatti enn tær høgu. Tú kanst ikki hava líka nógvar krónur á einum minni skattatrýsti enn einum stórum. Men verður skattalættin umroknaður til lønarhækkingar, so eru tað heilt munandi lønarhækkingar. Av hvørjari einastu krónu, sum kemur omaná lønarposan, fara eini 54-56 oyru fyrst og fremst í skatt, tí tað fer alt uppá marginalin. Men tað, sum er drepandi við tí, er, at tú oyðileggur kappingarførið fyri okkara útflutningsvørur, sum skal kappast við vørur úr øðrum londum.

Pínumarkið!
-Nú verkfallið skjótt hevur verið í ein mánað, hvar er pínumarkið eftir tínum høvdi, har løgmaður fer inn og sigur: hertil og ikki longur?

-Eg vóni, at partarnir, sum hava henda rætt at samráðast eisini føla tað sum eina skyldu at koma til eina semju. Tríggjar vikur er alt alt ov long tíð at hava sitið bara og bíðað eftir hvørjum øðrum. Handlarnir at stongja, og tað verður bara ein spurningur um tíð, til tað er hungur og hall í hvørjum heimi í Føroyum ? fyri ikki at tosa um ta velduga potentialið av inntøkum, sum hetta samfelagið kundi fingið frá fiskivinnuni. Vit hava sildafiskiskap í føroyskum sjógvi, vit hava svartkjaftaskip, sum liggja og bíða. Alt fer av landinum. Fyri hvønn dag sum gongur missa vit milliónir av krónum.

Løgmaður sigur at enda, at fakfeløgini, sum hava uppgávur, skyldur og rættindi á hesum økinum, sita nú bara afturá og bíða, tí tey vóna, at politikarar skulu loysa henda knútin. Men tað er avgjørt seinasti útvegur. Klára partarnir ikki at finna út av eini semju her og nú, og tað skal vera skjótt, so eru teir ikki sína uppgávu vaksnir og standa ikki mát til tær skyldur, sum samráðingarrætturin gevur teimum, og serliga samfelagsskyldur.

Løgmaður heldur tað annars verður stórt spell, um verkfallið fer at gera, at stórdysturin millum Føroyar og Týskaland ikki verður leiktur her heima. ?Tað skuldi verið ein giltur møguleiki hjá tí føroyska samfelagnum, men sum nú kanska kann blíva tað størsta kaos av øllum. Verður tann dysturin avlýstur her og fluttur uttanlands, tá eru vit komin ov langt.